Avbjóðing til størri norðurlendskt samstarv
NordForsk miðar eftir at fremja munagott samstarv millum norðurlendska gransking og granskaraútbúgving á hægsta altjóða stigi. Grundarlagið fyri NordForsk tiltøkunum eru tær nationalu raðfestingarnar, soleiðis sum tær vísa seg hjá teimum einstøku granskingarráðunum, universitetunum og øðrum granskingarstovnum.
Til tess at fremja hetta mál, bjóðar NordForsk umsøkjarum at søkja NORIA-net verkætlanir.
Málið við NORIA-net skipanini er at skapa samstarvsvirksemi, sum leiðir til burðardygt samstarv, synergi effekt og felags íløgur í granskingarstuðulsskipanir og granskingarpolitikk á einum norðurlendskum stigi, við eitt nú at:
- gera møgulig langtíðar tiltøk, sum kunnu elva til sínamillum samstarv innan nationalar stuðulsmøguleikar fyri granskarar frá øðrum norðurlondum
- menna strategiska ætlan og leist fyri felags norðurlenskum útboðum
- skapa ráðleggingar synergi og kunna um góðar arbeiðsroyndir hjá teimum nationalu granskingar grunnunum/umstingunum/leiðslunum fyri at betra um grundarlagið fyri felags virksemi
- betra um felags fatanina og menna felags raðfestingar innan granskingarpolitikk
Upp til NOK 1.000.000 verða givnar til hvørt NORIA-net.
Leypandi umsóknarfreist.
Les meir um NORIA-net skipanina her