Ása Jacobsen Ph.D.
Skriva út
Lagt út: 14.08.2020

Ása Jacobsen vart ph.d. um gaping í laksi

Í dag, fríggjadagin 14. august, vardi Ása Jacobsen, granskari á P/F Fiskaaling, ph.d.-ritgerð sína um møguligar orsøkir til gaping í laksi.

Orsakað av korona støðuni vóru umframt Ásu Jacobsen bert fá fólk til staðar í Kongshøll. Metingarnevndin var við umvegis Zoom, meðan onnur kundu fylgja við á stroyming á Youtube.

Verjan byrjaði við, at Gunnar Restorff bjóðaði vælkomin vegna Fróðskaparsetrið og greiddi frá mannagongdini fyri verjuna.

Fyrst fekk Ása Jacobsen 30 minuttir til at greiða frá síni gransking og úrslitum. Hetta gjørdi hon greitt og væl.

Síðani fekk metingarnevndin høvi at gera viðmerkingar og og at spyrja Ásu Jacobsen um gransking hennara.  Phillip Pope, dr. og lektari á Norwegian University of Life Sciences, og Samuel Martin, dr. og professari á University of Aberdeen, løgdu út. Báðir róstu Ásu Jacobsen fyri umfatandi ritgerðina og greiðu framløguna.

Spurningarnir og kjakið snúðu seg millum annað um møguligt samband millum gaping og fastleika í laksaflaki, um týdningin av mikrobiota í búkinum og um enzymir. Eisini kjakaðust tey um arbeiðshættir og -umstøður og um gransking hjá øðrum á økinum. Hesin parturin tók góðan hálvan annan tíma.

Eftir ein stuttan fund í metingarnevndini tók forkvinnan í nevndini, Sissel Beate Rønning, dr. og granskari á NOFIMA, samanum. Hon segði nevndina vera samda um at talan var um eitt sera gott arbeiði og ynskti Ásu Jacobsen tillukku við ph.d.-heitinum.

At enda handaði Gunnar Restorff Ásu Jacobsen prógv fyri lokið ph.d.

Um verkætlanina

Verkætlanin er framd í samstarvi millum Fiskaaling og Fróðskaparsetrið við fíggjarligum stuðli m.a. frá Granskingarráðnum.

Vegleiðarar vóru Svein-Ole Mikalsen, professari á Fróðskaparsetri Føroya, og Jonhard Eysturskarð, Fiskaaling/Bakkafrost.

Ritgerðin kallast "Exploring potential causes of gaping in salmon (Salmo salar L.) fillets." Hon er sett saman av einum inngangi, fimm vísindaligum greinum og einum samanfatandi kjaki. Viðhøvundar á greinunum eru Svein-Ole Mikalsen, Hóraldur Joensen og Jonhard Eysturskarð.

Til ber at lesa ph.d.ritgerðina á fiskaaling.fo

Upptøka frá verjuni er her

Gaping
Gaping er skilnaður av bindivevnaðinum millum vøddaløgini í flakinum. Hetta er ein góðskutrupulleiki, sum vinnan sær fram til at fáa loyst, og sum annars er ein avbjóðing fyri burðardyggu menningina.

Í verkætlanini varð ávirkanin á gaping frá vantandi reinsing av búkholuni hjá laksi eftir slátur kannað. Eisini varð kannað um samband var millum nøgd og bygnað av ávísum mýlum í bindivevnaðinum og gaping.