Arsins Vitanarfrodu 2023
Skriva út
Lagt út: 28.02.2023

Ársins Vitanarfróðu 2023 - kapping fyri skúlanæmingar

Ársins Vitanarfróðu 2023

Kom og granskið alt møguligt, kannið og arbeiðið líka sum tey Vitanarfróðu og aðrir kendir granskarar.

Kanningarhátturin hjá Vitanarfróðu er ein stuttlig og kveikjandi læruleið fyri skúlaflokkar, sum leggur upp til at kanna, spyrja, granska, forvitnast og fortelja um eitt evni, sum næmingar sjálvi velja.

Tað ber til at arbeiða líka sum ”Tey Vitanarfróðu” alt skúlaárið, tí hetta er ein góður og stuttligur máti at læra uppá hjá øllum og í øllum lærugreinum.

Men um tit halda tað gongur væl, tað riggar og tað er stuttligt, so ber eisini til at luttaka í kappingini ”Ársins Vitanarfróðu 2023” sum serliga er fyri tey í 4. til 7. flokki. Yngri og eldri, kunnu eisini luttaka, um tey vilja. Í ár er freistin at senda inn og luttaka í kappingini mikudagin 10. mai 2023.

Lesið meira á gransking.fo/vitanarfrodu

Saman við einum lærara ella læraratoymi leggja vit upp til, at tey ið luttaka fylgja kanningarleistinum, við íblástri frá ”Nysgjerrigper” í Noregi. Leisturin hevur seks ymisk stig, har næmingar sum tað allarfyrsta velja eitt gott og forvitnisligt evni, sum skal kannast nærri. Hetta kann verða gjørt sum flokkur ella í smærri bólkum. Leisturin og annað tilfar sum skal brúkast, kann takast niður av gransking.fo/vitanarfrodu

Í føroysku Nátturu og tøkni-lærubókini "Gaia 4" frá 2021, verður eisini komið inn á okkara kapping og annars greitt frá kanningarháttinum hjá teimum Vitanarfróðu, hvat ein góður spurdómur er og dømir um evnir verða tikin fram.

Ein dómsnevnd metir um frágreiðingarnar og velur vinnaran, sum verður kosin fyrst í juni mánað. Allir bólkar, sum eru við, fáa eitt prógv fyri luttøkuna.

Gott at vita:

  • Lýsið spurdómin og arbeiðið. Minnist til at lærarin kann hjálpa og leggja lag á, men næmingarnir mugu sjálvir eiga frágreiðingina.

  • Setið endiliga myndir inn í frágreiðingina, sum vísa, hvussu tit hava arbeitt og at tit hava havt tað stuttligt.

  • Tað er einki beinleiðis mark fyri, hvussu long frágreiðingin kann vera.

  • Tað ber sagtans til at arbeiða skjótt við bert at kanna og arbeiða í nakrar tímar og hinvegin, ber eisini væl til at hugdýpa seg í vikuvís við hesum.

Granskingarráðið, Nám og Strok samstarva um Vitanarfróðu læruleiðina og kappingina