Ársfrágreiðing frá Vísindasiðseminevndini 2015
Nú er ársfrágreiðingin fyri 2015 hjá Vísindasiðseminevndini almannakunngjørd. Hon kann lesast her á heimasíðuni gransking.fo, sum fyribils hýsir tilfari frá Vísindasiðseminevndini. Les frágreiðingina her
Nevndin hevur sjey limir, fýra leikfólk og trý fakfólk við granskingarroyndum innan heilsuvísund, og helt fram óbroytt frá 2014. Tó er Shahin Gaini ikki í nevndini frá seinnu hálvu av 2015. Við árslok 2015 var ongin settur í hansara stað.
Nevndin hevur havt ellivu fundir í 2015. Nítjan umsóknir eru viðgjørdar, harav vórðu 11 umsóknir góðkendar og 1 umsókn ikki góðkend. Fyri 5 umsóknir varð staðfest, at tær kravdu ikki viðgerð í nevndini. Í hvørjum einstøkum føri kom nevndin til eina felags niðurstøðu. Ongin niðurstøða kravdi atkvøðugreiðslu í nevndini.
Flest allar umsóknirnar vórðu svaraðar innan freistina á 60 dagar
- - - - -
Gjørt verður vart við, at Granskingarráðið hýsir tilfari hjá Vísindasiðseminevndini eftir avtalu partana millum, men hevur ongan leiklut í viðgerðum av umsóknum og øðrum málum hjá Vísindasiðseminevndini.