Ársfrágeiðing frá Norska Granskingarráðnum
Norska Granskingarráðið hevur almannakunngjørt ársfrágreiðingina fyri 2009. Í frágreiðingini kann man lesa um hvat tær 6,5 mia. NKr., sum ráðið hevur lutað út av í 2009 eru brúktar til og hvørji úrslit eru fingin.
2,2 mia. vóru brúktar til granskingarverkætlanir á universitetum og hægri læristovnum; 2,6 mia. til sektor granskingarstovnarnar og 1,1 mia. innan vinnulívið. Tilsamans eru 5700 virknar verkætlanir fíggjaðar av ráðnum, harav 1642 Ph.D verkætlanir og 910 post. Doc.
Ársfrágreiðingin kann takast niður her (pdf).