Árni Johan Petersen vart ph.d. á CBS
Hósdagin 25, mars vardi Árni Johan Petersen, adjunktur í virkisbúskapi á Søgu- og samfelagsdeildini, ph.d.-ritgerð sína við CBS.
Verjan fór fram umvegis netið.
Ritgerðin lýsir á sera forvitnisligan hátt, hvussu dreymurin um tað stóra oljuævintýrið í Føroyum fekk ítøkiligar ávirkanir í samfelagnum, hóast eingi haldgóð prógv vóru fyri, at tað fór at blíva til annað enn ynskidreym.
Vegleiðarar vóru Dan Kärreman og Dennis Schoeneborn, báðir professarar á CBS.
Andmælingar vóru Mikkel Flyverbom, professari á CBS, Yiannis Gabriel, professari á Lunds Universitet, og Jane Lé, professari á Otto Beisheim School of Management.
Ritgerðin ber heitið "Collective Imaginary as (Residual) Fantasy" og fer at vera tøk á research.cbs.dk
Kelda og mynd: Setur.fo