Arnhold Simonsen vart ph.d. á DTU
Týsdagin 27. juni vardi Arnhold Simonsen ph.d.-ritgerð sína á DTU Electro. Ritgerðin er um ein hálvleiðara-lasara í nýggjum skapi, sum kann justera bylgjulongd. Slíkir lasarar verða brúktir til eitt slag av 3D-myndatøkni, sum kallast ”optical coherence tomography”. Hendan tøkni verður millum annað nýtt av eygnalæknum at avmynda eygað. Tann framleiddi lasarin kann taka metskjótar myndir, so til ber at fáa miðal av myndunum. Hetta ger endaligu myndina klárari, so læknar lættari kunnu greina sjúklingar.
Heitið á ritgerðini er: "Bidirectional electrostatic tunable MEMS VCSELs"
Kresten Yvind, professari á DTU Electro var høvuðsvegleiðari, meðan Ole Hansen, professari emeritus á DTU Nanolab, og Gyeong Cheol Park, seniorgranskari, vóru hjávegleiðarar.
Í metingarnevndini vóru:
Andrei Laurynenka, lektari á DTU Electro
Pierluigi Debernardi, seniorgranskari á Politecnico di Torino, Itala
Dan Birkedal, ph.d. og CTO hjá Alight Technologies ApS, Danmark
Elizaveta Semenova, lektari á DTU Electro leiddi verjuna, sum gekk sera væl.
Myndin er frá verjuni.