Arndis Simonsen.PNG
Skriva út
Lagt út: 09.01.2018

Arndis Simonsen hevur fingið játtað 2 ára post.doc. stuðul

Í desember 2017 kunngjørdi Carlsbergfondet, hvørji fáa stuðul frá grunninum í 2017. Millum tey 227, sum hava fingið játtað stuðul er Arndis Simonsen. Hon vardi ph.d. ritgerð í sálarfrøði í november 2017.

Arndis Simonsen hevur fingið játtað 2 ára post.doc. stuðul á kr. 1.260.000. Verkætlan hennara kallast: ”Social Information Integration: An Experimental and Computational Approach”. Samandráttur er her

Arndis Simonsen fer at halda fram á Aarhus Universitet, har hon eisini hevur arbeitt við ph.d.-verkætlanini. Les meira um hana í Heilagrunninum

Carlsbergfondet er størsti danski privati grunnurin, sum letur stuðul til gransking. Í hesum umfarinum fekk grunnurin 941 umsóknir um meira enn 1,1 milliard kr. Stuðul varð latin 227 umsøkjarum, í alt kr. 156 milliónir kr. Harafturat eru latnar 40 milliónir kr. til granskingarinfrakervi.

Les meira um Carlsbergfondet her