3186a76a47a97dc2cc996df754cb1741.png
Skriva út
Lagt út: 15.08.2014

Armband hjálpir blindum børnum at hoyra

Eitt armband, sum gevur ljóð frá sær, fer eftir ætlan at bøta um førleikan hjá blindum og sjónveikum børnum, tá ið tey samskifta við onnur. Eitt lítið, lætt band vil hjálpa blindum og sjónveikum børnum at skilja egið likam og umhvørvið, tey eru í.

Í einari evropeiskari verkætlan, sum verður nevnd ABBI, hava tey síðani í februar mánaði arbeitt saman við børnum, við tí endamáli at skapa eitt rørslu viðkvæmt armband, sum gevur ljóð frá sær, sum svar uppá rørsluna hjá tí, sum berur bandið.

Eitt barn, sum ikki sær, kann koma at kenna seg einsamalt í høli saman við fleiri øðrum. Við hesum nýggja tóli fer at bera til at geva børnunum hvør sítt armband, so barnið, sum ikki sær, kann nýta sítt armband til at finna eitt annað barn. Barnið, sum ikki sær, kann við ljóðinum frá sínum armbandi finna vinin, sum viðkomandi leitar eftir.

Verkætlanin leggur dent á at bøta um møguleikarnir fyri almennum samskifti, sum er so grundleggjandi eginleiki. At talan er um eina einfalda uppfinning ger, at tað er møguligt hjá børnum heilt niður í eitt ára aldur at bera tað, upplýsir samskiparin av verkætlanini Dr Monica Gori, frá the Italian Institute of Technology.

Samanborið við onnur tól, sum eru tøk, so krevur ABBI ikki upplæring ella mál. Einasta amboðið er einfalt ljóð, sum er tengt at likamsrørsluni og teimum ljóðum, sum kunnu verða nýtt av børnum fyrstu liviárini. Ljóðið vil geva børnunum betri møguleika at skilja, hvar rørslan er og hvussu tey flyta seg. Á tann hátt vilja børnini fáa hjálp til at stýra teirra atferð, samskipa teirra rørslu og laga seg til umhvørvið.

At byrja við verður tólið roynt við einføldum ljóðum, men ætlanin er at menna eitt tól, sum hevur nógvar møguleikar, har barnið m.a. skal kunna gera upptøku av egnum ljóðum.

Í ABBI verkætlanini, sum endar í 2017, luttaka umframt Italia, lærdu háskúlarnir í Hamborg, Lund og Glasgow.    

Kelda: horizon-magazine.eu