4704642c2c629b717c175a2602be2429.jpg
Skriva út
Lagt út: 24.01.2017

Árið, ið fór - 2016

20 ár á baki og enn eitt punktum er sett fyri eitt spennandi og hendingaríkt ár hjá Granskingarráðnum.

Í 2016 var høvi at steðga á og lýða á søguligu gongdina frá byrjan, tá Eilif Samuelsen, fyrrverandi landsstýrismaður í mentamálum, hugleiddi um ætlanirnar við fyrstu lógini um gransking, sum hann legði fram í 1996. Arbeiðið við lóggávuni byrjaði beint eftir búskaparkreppuna og Eilif segði seg m.a. hava ásannað, at ein av grundunum til, at nógv gekk so galið, sum tað gjørdi, var, at vitanargrundarlagið undir nógvum av teimum politisku avgerðunum var alt ov ófullfíggjað, og at meira gransking var eitt av teimum amboðum, sum kundi útvega politikarum eitt betri grundarlag at taka avgerðir út frá.

Árið setti met, tá talan er um lokin ph.d.-prógv, sum so ella so hava tilknýti til Føroya. Heili fimtan føroyingar ella fólk, sum búgva og arbeiða í Føroyum, hava lokið ph.d.-prógv í 2016. Nógvar spennandi verkætlanir eru í gongd og fleiri tiltøk, harundir afturvendandi Vísindavøkan hava verið á skrá.

Í alt eru 19 nýggjar verkætlanir stuðlaðar í 2016, bæði granskingarverkætlanir, kanningarverkætlanir og átøk. Eisini er stuðul latin til open access útgávur. Fleiri føroyskar verkætlanir hava fingið stuðul úr útlendskum grunnum, m.a. Horizon 2020. Fleiri verkætlanir, sum hava fingið stuðul undanfarin ár og í 2016, eru lidnar í árinum. Eitt samlað yvirlit yvir granskingarverkætlanir sæst í Stuðulsyvirlitinum.

Granskingarráðið
Granskingarráðið er skrivstova hjá Granskingarnevndini og Faknevndini fyri Sjúkrakassagrunnin. Virksemið er støðugt vaksandi bæði her í Føroyum og uttanlands.

2016 var árið, tá ið hugnaligi bygningurin á Bryggjubakka, har skrivstova okkara er, loksins var liðugt umvældur. Talan hevur verið um viðlíkahald av bygninginum, sum nú hevur fingið nýtt tak, bjálving og nýggj vindeygu. Inni er nýtt ljós sett upp og vit hava fingið eitt gott fundarhøli. Á skrivstovuni starvast 4 fólk, harav 2 eru parttíðarsett.

Nevndir
Granskingarnevndin er tilnevnd fyri tíðarskeiðið september 2014 til august 2017. Nevndin hevur sjey limir. Nýggjur nevndarlimur í 2016 er Durita í Grótinum, sum kom í nevndina fyri Ragnar Joensen. Í hesum sambandi skipaði nevndin seg av nýggjum við Guðrið Andorsdóttir, sum er vald forkvinna av Mentamálaráðnum, og Gesti Hovgaard sum næstformanni.

Granskingarnevndin hevur regluliga fundir, m.a. tá ið umsóknir verða viðgjørdar. Í 2016 vóru 5 fundir, harav ein var internat í deplinum í Skálavík. Eisini hevur javnt samskifti verið millum funda.

Nevndarlimir eru Guðrið Andorsdóttir, forkvinna, Gestur Hovgaard, næstformaður, Durita í Grótinum, Eyð Eidesgaard, Jákup Mørkøre, Richard Schwartson og Tonja Ziskason.

Faknevndin, sum hevur til uppgávu at gera tilmæli í sambandi við umsóknir um stuðul úr Sjúkrakassagrunninum, er mannað við fimm limum. Nakrir fundir hava verið, umframt javnt samskifti millum funda.

Nevndarlimir eru: Aibritt á Plógv, forkvinna, Erland Viberg Joensen, Mogens Eriksen, Turid Horn og Jaspur Petersen

Granskingarráðið 20 ár - hvat nú?
Størsta tiltakið í 2016 var hátíðarhaldið í Skálanum í Norðurlandahúsinum fríggjadag 13. mai í sambandi við, at tað vóru 20 ár síðani fyrsta føroyska granskingarráðið varð ásett í lóg. Lógin um granskingarráð varð samtykt 14. mai 1996 við 21 atkvøðum fyri, 2 blonkum og 6 ímóti. Hon varð lýst 20. mai til at koma í gildi á Ólavsøku.

Á skránni vóru røður, framløgur og onnur innsløg, sum bæði litu aftur um bak og frameftir. Luttakarar vóru m.a. politiski myndugleikin fyrr og nú, granskingarnevndarlimir og granskarar.

Eilif Samuelsen, fyrrverandi landsstýrismaður í Mentamálum røddi um ætlanirnar við fyrstu lógini, sum hann legði fram. Málsetningurin var við tíðini at seta rættiliga gongd á miðvísa føroyska gransking.

Pál Weihe, professari og leiðari fyri Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, segði frá um týdningin av Granskingarráðnum og stuðlinum úr Granskingargrunninum. Eisini hugleiddi hann um, hví vit granska.

Martin Zachariassen, professari og dekanur á Syddansk Universitet, sum eisini er fyrrverandi formaður fyri Granskingarnevndina røddi um avbjóðingar fyri framman. Hann metti m.a. um status og ávirkanina av granskingarpolitikkinum Vitan og vøkstur, sum hann var við til at gera. Hann gjørdi eina varisliga SWOT-analysu útfrá sínum royndum sum formaður og sum professari og granskingarleiðari. Hann vísti á tørvin at fáa savnað og styrkt granskingarumhvørvið og serliga á tørvin á eini klárari og fastari politiskari kós, sum eisini var ætlanin við granskingarpolitikkinum.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, segði frá ætlanum landsstýrisins á granskingarøkinum og Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, greiddi frá virkseminum farnu 20 árini og um tær broytingar og ta menning, sum er farin fram hesi árini.

Fimm granskarar, sum hava fingið játtað stuðul til verkætlanir úr Granskingargrunninum, greiddu stutt frá, hvat tey hava fingið stuðul til og hvønn týdning stuðulin hevur havt vísindaliga og fyri teirra yrkisleið. Hesi vóru Gunnvør á Norði, Bergur Djurhuus Hansen, Agnes Mols Mortensen, Erland Viberg Joensen og Jónrit Halling. Tey vístu á hvønn sín hátt á, at hesin stuðulin hevði verið avgerandi fyri, at tey kundu fara undir ph.d.-lestur og halda fram á yrkisleið sum granskarar á almennum stovnum og í vinnuni.

Eisini varð kunngjørt, hvørjar verkætlanir vóru stuðlaðar úr Granskingargrunninum í 2016.

Les meira um 20 ára haldið her

Ymiskt kunningartilfar varð gjørt til dagin, tað sæst her

Færri umsóknir um granskingarstuðul enn áður
Tá freistin at søkja stuðul úr Granskingargrunninum var úti á middegi 15. februar, vóru 26 umsóknir komnar inn. Tað er lægsta tal av umsóknum í nógv ár. Í 2015 komu 44 umsóknir inn og í 2014, sum var metár, komu 48 umsóknir.

13 kvinnur og 13 menn stóðu sum verkætlanarleiðarar í umsóknunum. Hetta er eitt javnari býti enn undanfarnu trý árini, tá væl fleiri kvinnur enn menn søktu. Ein góður triðingur av umsóknunum var til ph.d.-verkætlanir. Hinar vóru til aðrar styttri ella longri verkætlanir.

Granskingarnevndin avgjørdi á fundi 9. mai at játta stuðul til 11 nýggjar granskingarverkætlanir, ið sum nevnt vóru kunngjørdar í Norðurlandahúsinum 13. mai. Til samans vóru játtaðar kr. 7.201.790 til verkætlanir á økjunum mentan, náttúra og náttúrutilfeingi, matur, samfelag og heilsa.

Á økinum Mentan vóru 4 játtanir. Elisabeth Holm fekk játtað kr. 412.375 til ph.d.-verkætlan á Herriot-Watt University við heitinum: Nýggjar tíðir, ‘nýmælt í føroyskum’ og samfelagsmálvísindi í sambandi við integratiónin á arbeiðsmarknaðinum: Avbjóðingar og møguleikar.
Jógvan í Lon Jacobsen fekk játtað kr. 887.795 til verkætlan á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya við heitinum: Broytingar í føroyskum málføri í tvey ættarlið. Hvussu, hvussu skjótt og hví?

Hildur Patursson fekk játtað kr. 242.358 til verkætlan á Fróðskaparsetri Føroya við heitinum: Føroyski barnagarðurin í mentanarsøguligum høpi.
Og Paula Gaard fekk játtað kr. 1.112.098 til ph.d.-verkætlan á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya við heitinum: Bókaummæli og –kritikkur í føroyska bókmentastovninum.

Á økinum Náttúra og náttúrutilfeingi fekk Sjúrður Hammer játtað kr. 80.000 til verkætlan á Umhvørvisstovuni við heitinum: Árin av veðurlagsbroytingum á føroyskan kjógva.

Á økinum Matur fekk Urd Grandorff Bak játtað kr. 900.000 til verkætlan á Ocean Rainforrest við heitinum: MacroPro – Framleiðsla av makrotara til matna & fóður við pre-and pro-biotic (livin) eginleikum og sevju til taðingarevni.

Á økinum Samfelag vóru tvær játtanir. Regin Berg fekk játtað kr. 1.100.000 til ph.d.-verkætlan á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya við heitinum: Føroyskur politikkur – Millum løggildi og vald. Ein kanning av óformligum politiskum støðutakanum.
Og Jóhannes Miðskarð fekk játtað kr. 87.164 til verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya við heitinum: Námsfrøðilig leiðsla í dagstovnum.

Á økinum Heilsa vóru 3 játtanir. August G. Wang fekk játtað kr. 780.000 til verkætlan á Ílegusavninum við heitinum: Vandaílegur fyri ADHD í Føroyum.
Maria Skaalum Petersen fekk játtað kr. 500.000 til verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu við heitinum: Parkinson sjúka í Føroyum – ein langtíðar kanning.

Og Annbjørg á Høvdanum fekk játtað kr. 1.100.000 til ph.d.-verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu við heitinum: Møði hjá føroyskum fiskimonnum.

Verkætlanir á heilsuøkinum
Lýst var eftir umsóknum um stuðul til gransking og menning frá Høvuðsøki 2 hjá Sjúkrakassagrunninum við freist at søkja 1. september. Í hesum umfarinum var bert møguligt at søkja stuðul á tveimum økjum: Hjartasjúkur og Krabbamein. Eitt krav fyri at kunna fáa játtað stuðul er, at tað verður mett sannlíkt, at verkætlanin kann menna heilsuøkið í Føroyum. Tað komu tríggjar umsóknir inn í hesum umfarinum, og ein varð játtað. Játtanin varð latin eftir tilmæli frá faknevndini, sum er sett at meta um umsóknir um stuðul frá Sjúkrakassagrunninum.

Granskingarnevndin gjørdi av at játta kr. 576.000 í stuðli til granskingarverkætlan, sum skal kanna, hvørt tað finnast serligir føroyskir variantar av bróstkrabbagenum. Noomi O. Gregersen er verkætlanarleiðari, og verkætlanin fer fram á Ílegusavninum.

Eisini á Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum er játtaður stuðul í 2016. Í alt eru 7 játtanir latnar til kanningarverkætlanir og onnur tiltøk og átøk, sum kunnu menna heilsuøkið. Á hesum øki er ikki freist at søkja, innkomnar umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Fimm játtanir eru latnar til kanningarverkætlanir.

Kvinnuhúsfelagið v/Ragnhild Olsen, forkvinnu, og Elin Reinert Planck sum verkætlanarleiðara fekk játtað kr. 305.760 til verkætlan um royndir frá 25 ára arbeiði.

Maskinmeistarafelagið, Skipara og Navigatørfelagið og Fiskimannafelagið v/Annbjørg á Høvdanum sum verkætlanarleiðara fekk játtað kr. 220.420 til verkætlan: Hagtalsviðgering og greining av vanlukkutølum frá føroysku sjóvinnuni, soleiðis at hesi kunna verða brúkt sum grundtilfar til at betra um trygdina á sjónum.

Alzheimerfelagið v/Halldis Joensen, forkvinnu, og Mariu Skaalum Petersen sum verkætlanarleiðara fekk játtað kr. 398.841 til verkætlan um títtleikan av demens á eldraøkinum í Føroyum.

Føroyskir Sálarfrøðingar v/Anniku H. Davidsen, forkvinnu, og Súsonnu Skaale sum verkætlanarleiðara fekk játtað kr. 276.064 til verkætlan: Sálarheilsan hjá føroyskum miðnámsskúlanæmingum.

Ergoterapeutfelagið v/Vigdis Nolsøe, forkvinnu, og Turið Jacobsen sum verkætlanarleiðara fekk játtað kr. 260.000 til: Kanning av effektiviteti av hjálpartólatænastum við amboðinum IPPA (Individually Prioritised Problem Assessment).

Eisini er stuðul latin til útgávu av bók um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek
MBF - Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum v/Tóru við Keldu fekk játtað kr. 95.000.

Umframt hetta er stuðul latin til skeið fyri fysioterapeutar og ergoterapeutar um viðgerð av Parkinsonsjúklingum. Parkinsonfelagið v/Durid Johannesen fekk játtað kr. 4.000.

Stuðul til vinnugransking

Nýggj stuðulsskipan varð almannakunngjørd í desember. Granskingarráðið fer nevniliga at lýsa eftir umsóknum um stuðul til vinnugransking. Talan er um eina oyramerkta upphædd á umleið 3 mill. kr., sum kann verða latin til vinnugranskingarverkætlanir.

Peningurin til hesa stuðulsskipan kemur úr Minningargrunninum fyri Dánjal Niclasen. Hetta er grunnur, sum varð stovnaður í 1976 við tí endamáli at stuðla ungum føroyingum til víðari útbúgving innan fiskivinnu. Grunnurin hevur verið óvirkin, síðani virksemið hjá Føroya Fiskasølu steðgaði.

Nevndin fyri Minningargrunnin hevur í samskifti við Granskingarráðið nú gjørt av at avtaka grunnin og lata Granskingarráðnum peningin. Treytin er, at útlutan av játtan skal verða gjørd við almennum endamáli, føroyskum vinnulívi at gagni, soleiðis sum tað var ásett í upprunaligu viðtøkunum.

Vísindavøkan
Av afturvendandi tiltøkum er ársins Vísindavøka tann størsta. Vísindavøkan var á ferð kring alt landið við fyrilestrum í tíðarskeiðinum 19.-29. september og fríggjadagin 30. september var ein heilur dagur við framløgum, framsýningum og tiltøkum í Tórshavn.

Endamálið við Vísindavøkuni á ferð er at geva øllum føroyingum møguleika at uppliva part av Vísindavøkuni. Ein røð av granskarum játtaðu at halda fyrilestrar kring landið m.a. á skúlum, stovnum, fyritøkum, feløgum og í kirkjum. Til samans 54 fyrilestrar vóru kring alt landið.

Vísindavøkan var í Perluni og Reinsarínum fríggjadagin 30. september og varð skipað í frumevnini jørð, vatn, luft og eldur, soleiðis at framsýningar og tiltøk vórðu skipaði kring hesi frumevnini.

Vatn var uttanfyri í Perlutúninum, har m.a. Fiskaaling, Havstovan, Søvn Landsins og Umhvørvisstovan høvdu ymiskt virksemi. Eldur og Jørð vóru inni í Perluni á veghæddini, har Búnaðarstovan, Fróðskaparsetrið, Havstovan, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Ílegusavnið, Jarðfeingi, Landssjúkrahúsið, Søvn Landsins og Umhvørvisstovan høvdu royndir, framsýningar, filmar, framløgur o.a. Frumevni Luft var á ovaru hæddini í Perluni har Fróðskaparsetrið, Havstovan, Landssjúkrahúsið og Søvn Landsins sýndu fram og skipaðu fyri.

Á p-økinum yvirav Reinsarínum vóru aftur í ár næmingar og lærarar úr Studentaskúlanum í Hoydølum, sum skipaðu fyri royndum og sýndu ymiskt fram.

Fyrrapartin vóru fleiri framløgur í Reinsarínum serliga ætlaðar miðnámsskúlanæmingum. Framløgurnar síggjast her. Eisini ber til at hoyra fimm av framløgunum í sendingum, sum Kringvarpið gjørdi frá tiltakinum her og her.

Seinnapartin varð skipað fyri ymiskum tiltøkum við íblástri frá Pokémon GO til børn og vaksin. Í Perlutúni kom Pikachu á vitjan og har vóru ymisk ting at royna, m.a. Pokémonskattaveiða og spurnakapping, og framsýningar og kunning um Pokémon GO til børn og vaksin. Í Reinsarínum vóru framløgur í Pecha Kucha sniði um ymisk evni í sambandi við ella íblástri frá Pokémon GO. Tær framløgurnar síggjast eisini her.

Eins og undanfarin ár endaði Vísindavøkan við eini kvøldsetu. Kvøldsetan var um Føroyar sæð úr ymsum sjónarhornum og var í Reinsarínum fríggjakvøldið 30. september við fjølbroyttari skrá.

Hans Pauli Strøm, sosiologur á Hagstovu Føroya, legði út við eini framløgu um Føroya demografi frá miðøld til nútíð. Síðani hugleiddu fimm fólk um Føroyar úr ymsum fakligum sjónarhornum við denti á at lýsa støðuna hjá báðum kynum: Guðrið Andorsdóttir úr einum genetiskum sjónarhorni, Erling Isholm úr einum søguligum sjónarhorni, Solveig H. Olsen úr einum mentanarligum sjónarhorni, Bjarni á Steig úr einum heilsuligum sjónarhorni og Helena Dam á Neystabø úr einum politiskum sjónarhorni.

Lív Næs og Tróndur Enni spældu góðan tónleik og eisini varð skipað fyri vísindaligari ølsmakking.

Kunningarfundir
Fleiri kunningarfundir hava verið gjøgnum árið, summir meiri almennir enn aðrir.

Ein almennur kunningarfundur var við Løkin 11. januar, tá Fiskivinnuroyndir, Vinnuframi, NORA og Granskingarráðið kunnaðu um stuðulsmøguleikar. Spurt varð, hvussu er leiðin frá hugskoti til pengar, um tú kundi hugsað tær at fingið stuðul til gransking, menning og nýskapan?

Á skránni vóru stuttar framløgur frá umboðum fyri stovnarnar um, hvat stuðul kann latast til, hvør kann søkja, hvørji krøv eru til umsóknirnar, umsóknarfreistir og mannagongdir annars.

Granskingarráðið umsitur granskingarskránna hjá ES Horizon 2020, sum hevur nógvar stuðulsmøguleikar. Vinnuframi hevur átikið sær at kunna um tann partin í Horizon 2020, sum er fyri smáar og miðalstórar fyritøkur (SME) og skipaði tann 18. januar fyri workshop um SME Instrument á Hotel Hafnia.

SME Instrument er ætlað smáum og miðalstórum fyritøkum. Tiltakið var ætlað teimum fyritøkum, sum hava ætlanir um at søkja úr SME Instrument, og øðrum, sum arbeiða saman við hesum fyritøkum. Serfrøðingurin Uffe Bundgård-Jørgensen hevði skeiðið. Uffe Bundgård-Jørgensen hevur drúgvar royndir og hevði ein virknan leiklut, tá skipanin fyri nøkrum árum síðan bleiv sett á stovn. Uffe Bundgård-Jørgensen átekur sær eisini at ráðgeva fyritøkum, sum ætla at søkja.

Tað krevur sítt at skriva eina so góða umsókn til Horizon 2020, at hon kann koma uppí part millum tær, sum verða mettar stuðulsverdar. Kappingin er hørð, og tað verður tí kravt nógv av umsóknunum. Eitt er at hava eitt gott hugskot og góðar fakligar førleikar. Harafturat krevjast eisini góðir førleikar og royndir at lesa og tulka útboðstekstirnar. Hetta er krevur innlit í hugsunarháttin og ynskini handan útboðini.

Fyri at menna hesar førleikar í Føroyum, fekk Granskingarráðið ein serfrøðing til Føroya. 3. og 4. mai varð skipað fyri verkstovu, har Matthew Staton úr Onglandi legði lag á at lesa ymisk ítøkilig útboð og at skriva umsóknir.

Tann 15. september skipaðu ES kommissiónin og Granskingarráðið fyri kunningarfundi um flytføri í Horizon 2020. Fundurin var partur av átaki hjá ES kommissiónini at stimbra luttøkuna í londum, sum hava atlimaskap í Horizon 2020.

Á fundinum varð serligur dentur lagdur á, hvussu til ber at skipa útbúgvingarnetverk og um stuðulsmøguleikar hjá einstøkum granskara í Marie Skłodowska-Curie actions í Horizon 2020.

ES kommissiónin var umboðað av Mariu Tsivertara, DG Education and Culture. Eisini luttók danin Morten Gylling Jørgensen, úr Styrelsen for Forskning og Innovation.

Miðlaskeið
Granskingarráðið skipaði fyri skeiði í miðling av gransking 1. og 2. desember. 30 luttakarar frá Granskingarráðnum og øllum granskingarstovnunum fingu góð ráð og amboð til at fyrireika framløgur og aðra miðling. Skeiðshaldararnir vóru Peter Hyldgård og Irene B. Petersen frá Videnskab.dk

Nógvar vitjanir á Jobmatch
Granskingarráðið var við á Jobmatch í Norðurlandahúsinum í desember. Fyriskipararnir meta, at næstan 500 vitjandi vóru og nógv løgdu leiðina framvið básin hjá Granskingarráðnum. Nøkur spurdu leysliga um Granskingarráðið og um arbeiðsmøguleikar framyvir. Fleiri spurdu um stuðulsmøguleikar til granskingarverkætlanir, serliga til ph.d.-lestur.

Til framløguna um stuðulsmøguleikar, sum Annika Sølvará helt í Norðurstovu, vóru gott 30 fólk og lurtaðu. Framløgan sæst her

Torg fyri føroysk ph.d.-lesandi stovnað
Ein Facebook bólkur er stovnaður fyri ph.d.-lesandi í Føroyum og føroysk ph.d.-lesandi uttanlands. Endamálið er at hava ein miðil til at samskifta við um evni av felags áhuga, at kunna spyrja onnur um ráð, at kunna um tiltøk, útgávur og annað. Bólkurin eitur “Føroysk ph.d.-lesandi.”

Tað er Granskingarráðið, sum hevur tikið stig til bólkin, eftir at hava tosað við fleiri ph.d.-lesandi, sum sakna onkran felagsskap at samskifta í.

Tað hava seinnu árini verið í minsta lagi 50 føroysk ph.d.-lesandi í gongd í senn, minna helvtin í Føroyum og hini serliga í Danmark, Onglandi og Skotlandi.

Til ber at síggja yvirlit yvir føroyskar granskarar og granskaralesandi í Heilagrunninum

Spennandi ár fyri framman
Partar av virkseminum hjá Granskingarráðnum er árliga afturvendandi, serliga stuðul til gransking og Vísindavøkan, meðan aðrar uppgávur og tiltøk koma og fara. Vit vita longu nú, at 2017 verður eitt fjølbroytt ár. Nýggjur EURAXESS portalur er júst almannakunngjørdur. Granskingarráðið fær í næstum eisini nýggja heimasíðu, arbeitt verður í løtuni við at umskipa og leggja tilfar á síðuna. Farið er undir miðvegis eftirmeting av Horizon 2020 og fyrireikingar til FP9. Ein arbeiðsbólkur verður skjótt settur at arbeiða við endurskoðan av lóg um gransking og í heyst skal nýggj granskingarnevnd tilnevnast.

Til ber at fylgja við her á síðuni og á Facebook síðu okkara.

Gott nýggjár!