25adc0bb982f7cc48e6e30cad2a2943a.png
Skriva út
Lagt út: 03.04.2009

Arbeiðsrit: Bygnaðarligu trupulleikarnir størsta avbjóðingin

Granskingardepilin fyri Samfelagsmening gevur í dag út Arbeiðsrit 20/2009 undir heitinum "Bygnaðarligu trupulleikarnir størsta avbjóðingin".

Arbeiðsritið er ein lýsing av støðuni í Suðuroynni og gongdini tey seinastu árini. Arbeiðsritið viðgerð fyrst og fremst demografisku støðuna, men vinnubygnaðurin í Suðuroynni verður eisini viðgjørdur.

Tað er Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, sum hevur skrivað arbeiðsritið.

Arbeiðsritið er skrivað í samband við Vakstraravtaluna fyri Suðuroy - og er verkætlanin fíggjað av kommununum í Suðuroynni og Innlendismálaráðnum..

Arbeiðsritið kann takast niður á heimasíðuni hjá Granskingardeplinum www.socdev.fo undir útgávur og arbeiðsrit.