Arbeiðsmarknaðargransking
Hava arbeiðsmarknaðarviðurskifti tín áhuga, so er møguleiki at fáa norðurlendskan pening til tína verkætlan.
Arbeiðsmarknaðarnevndin hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum letur í ár 2,4 mio. kr. til verkætlanir.
Málið við Arbeiðsmarknaðarnevndini hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum er at styrkja og menna norðurlendska samstarvið innan arbeiðmarknaðarpolitisk viðurskifti, almennan arbeiðsmarknarpolitik og gransking í arbeiðsmarknarligum viðurskiftum - eitt nú inn- og útflutningi av arbeiðsmegi.
Ein fyritreyt fyri at fáa játtandi svar uppá umsókn er, at minst trý norðurlond luttaka í verkætlanini. Tað er ein fyrimunur um enn fleiri norðurlendsk lond luttaka - her verður eisini hugsað um tey sjálvstýrandi londini.
Nevndin hevur í ár valt at raðfesta hesi trý evni:
- Starvstilboð til arbeiðsføra partin av fólkinum
- Eftirspurningur á arbeiðsmegi í framtíðini
- Sambandi millum heilsu og arbeiðsmarknað
Av tí at umsóknirnar ætlandi verða mettar av Arbeiðsmarknaðarnevndini tann 12.-13. mars, er ynskiligt, at umsóknir eru nevndini í hendi tann 25. februar 2008.
Meir fæst at vita á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum.
Ernst Jacobsen, stjóri á Arbeiðsloysisskipanini, er føroyskt umboð í Arbeiðsmarknaðarnevndini.
Um tú hevur spurningar, so kanst tú venda tær til Granskingarráðið á telefon 567800 ella umvegis t-post: gransking[kurla]gransking.fo