Arbeiðsætlanir og útboð innan FP7
Seinast í juli er væntandi, at fleiri arbeiðsætlanir, ella á enskum Work Programmes, fyri 2010 verða kunngjørdar. Eisini nýggj útboð eftir granskingarverkætlanum innan FP7 verða kunngjørd. Talan er væntandi um verkætlanir innan økini Heilsa, Matvørur, landbúnaður, fiskivinna & bio-tøkni, Samfelags- og hugvísindi, Rúmdin, IDEAS (Europeiska granskingarráðið), People (Marie Curie), og Smáar og millumstórar fyritøkur.
Innan Heilsu eru 4, 9 milliardir krónur væntandi settar av til hetta 4. útboðsumfarið eftir verkætlanum. Umsóknarfreistirnar eru í tíðarskeiðinum oktober 2009 til februar 2010.
Innan økið Matvørur, landbúnaður, fiskivinna & bio-tøkni hevur ES avgjørt at almannakunngera eitt felags útboð á matvøru- og heilsuøkinum í kjalarvørrinum á heimsumfevnandi svínakríminum. Væntandi verður umsóknarfreistin fyri hetta útboðið longu seinast í oktober 2009. Annars eru umsóknarfreistirnar væntandi í januar 2010.
Eisini innan Nano-vísindi og nano-tøkni verða útboð. Ein kunningardagur verður um hesi útboð hin 13. Juli 2009 í Brussel.
Innan Orku verða fleiri ymisk útboð væntandi í arbeiðsætlanini fyri 2010. Í onkrum útboðum verður dentur lagdur á veðurlagsbroytingar.
Innan økið Samfelagsvísindi og hugvísindi verða fleiri tvørfakligar verkætlanir, eitt nú um framtíðar almenna sektorin. Verkætlanirnar skulu eftir ætlan geva hugskot til politikk-orðingar, bæði í einstøku londunum og í ES.
Tá ið arbeiðsætlanirnar og útboðini eru almannakunngjørd, verða tey løgd á gransking.fo.
Les meira um økini á gransking.fo ella á cordis.europa.eu, sum er almenna heimasíðan hjá FP7.