Aquaculture europe 2009
Í døgunum 14. til 17. august verður altjóða aliráðstevnan Aquaculture Europe 2009 hildin í Tróndheimi. Aquaculture Europe 2009 verður fyriskipað av europeiska alisamtakinum, European Aquaculture Society.
Gransking og vitan hevur havt ein týðandi leiklut í menningini av alivinnuni tey seinastu mongu árini. Europeiska granskingin hevur m.a. snúð seg um at menna aling innan nýggj sløg av havdjórum, spurningur um fóður og fóðring, og hvussu sleppast kann undan sjúkum. Alivinnan mennist alsamt og vil framtíðar gransking innan aling standa fyri nýggjum avbjóðingum. Núverandi tøknin hevur møguliga rokkið sínum menningarmøguleikum, og krevja tí at brotið verður burturúr nýggjum.
Á ráðstevnuni verða hesar avbjóðingar tiknar upp til viðgerðar eins og tey nýggjastu granskingarátøkini verða sett á breddan.
Les meir her.