Annika ársins leiðari
Stjórin í Granskingarráðnum, Annika Sølvará, varð fríggjadagin heiðrað sum Ársins Leiðari 2014 innan tað almenna.
Dómsnevndin segði m.a. í grundgeving síni fyri at velja Anniku Sølvará sum ársins leiðara, at hon er ein fyrimyndarligur stjóri, ið hevur gjørt eitt megnar arbeiði fyri at seta gransking á dagsskránna í Føroyum.
Í takkarrøðu síni á leiðaradegnum á Hotel Føroyum segði Annika Sølvará, at ein leiðari fyrst og fremst má vera tað fyri uppgávuna skyld.
- Ein leiðari má vilja vera leiðari, tí hann brennir fyri einum evni, arbeiðir móti einum máli og hevur viljan til at røkka hesum málinum saman við øðrum – ikki tí at tað er eitt starv, sum gevur góða løn ella høga tign. Valdið, sum liggur í einum leiðarastarvi, er ikki tað áhugaverda, tað er møguleikin at taka ábyrgd av at fáa avrikað nakað, at fáa flutt mørk og loysa eina kravda uppgávu væl og við virðing fyri øllum pørtum í málinum, segði hon.
Annika Sølvará hevur eftir lokna útbúgving starvast fyrst sum setursskrivari á Fróðskaparsetrinum frá 1998 til 2007 og síðani sum stjóri á Granskingarráðnum frá desember 2007.
Á myndini síggjast Johanna á Bergi, FaroeShip, og Annika Sølvará, Granskingarráðið, eftir at tær vórðu valdar sum ársins leiðarar 2014 innan tað privata og almenna fríggjadagin.
Tað er Synergi, sum skipar fyri leiðaradegnum.