Anni Djurhuus vart ph.d. í Oxford
28. august 2015 vardi Anni Djurhuus ph.d.ritgerð sína við University of Oxford. Ritgerðin kallast: "Microbial oceanography of southern hemisphere seamounts and hydrothermal vents".
Verkætlanin snúði seg um, hvussu smáverur spreiða seg millum høv, og hvat leiklutur teirra er í vistskipanini í sjónum, serliga runt um heit undirsjóðar gos (hydrothermal vents) og sjófjøll. Til ritgerðina samlaði Anni data frá Indiska havinum og suðurhavinum á ymiskum bretskum rannsóknarskipum.
Vegleiðarar hava verið Alex D. Rogers, professari á Department of Zoology, University of Oxford og Svein-Ole Mikalsen, Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Opponentar vórðu William M. Durham, University of Oxford og David Pearce frá Northumbria University.
Sum vant í Bretlandi, fær tann ph.d.lesandi høvi at verja fyri opponentunum. Teir geva síðani tí ph.d.lesandi boð um rættingar, ið skulu rættast. Verjan gekk sera væl. Niðurstøðan var, at tað vóru smáar rættingar, sum skulu gerast, áðrenn endaliga útgávan av ritgerðini formliga kundi góðkennast. Hetta fekk hon eina freist at gera. Í oktober sendi hon rættingarnar inn til metingarnevndin at eftirkanna og góðkenna. Nú er ritgerðin loksins endaliga góðkend, og Anni Djurhuus hevur formliga fingið ph.d.heitið.
Verkætlanin er lutvíst stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum
Mynd: Anni Djurhuus til arbeiðis umborð á RRS James Cook í indiska havinum. Egin mynd.