Annbjørg á Jákup B.jpg
Skriva út
Lagt út: 06.07.2017

Annbjørg savnar inn tilfar um arbeiðsumhvørvið á sjónum

Í vikuni fór Annbjørg á Høvdanum annan túrin við línubátinum Jákup B til Grønlands, har endamálið er at savna inn tilfar um arbeiðsumhvørvið umborð. Hetta er liður í ph.d.-verkætlan hennara um møði hjá føroyskum fiskimonnum, sum er m.a. stuðlað úr Granskingargrunninum.

Evnini, sum hugt verður eftir, eru millum annað svøvnur, arbeiðsuppgávur og arbeiðsumstøður. Endmálið er at kanna, hvussu troytteiki, ið stenst av arbeiðinum ávirkar andsevni, sum minni og árvakni.

Ph.d.-verkætlanin fór í gongd í november 2016 og tekur trý ár. Annbjørg á Høvdanum arbeiðir í verkætlanarskeiðnum á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og er innskrivað til ph.d.-lestur á Fróðskaparsetrinum.

Vegleiðarar eru Pál Weihe, Wessel van Leeuveen og Fróði Debes.

Annbjørg hevur frammanundan hesi verkætlanini arbeitt við evninum í eini undanverkætlan, sum m.a. varð fíggjað av Sjúkrakassagrunninum. Kunnig um hesa verkætlanina sæst her

Myndir frá fyrra túrinum, sum var frá 29. mai til 15. juni, kunnnu síggjast á hennara Facebook vanga her


Myndina hevur Jógvan á Høvdanum (y) tikið