Annbjørg Abrahamsen vart ph.d. á Setrinum
Annbjørg Abrahamsen fekk nógv rósandi orð frá metarunum, tá hon vardi sina ph.d. ritgerð í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn í dag.
Metingarnevndin ivaðist ikki í, at hon skuldi fáa ph.d. heitið fyri ritgerðina, ið kallast "Fatigue, Sleepiness and Sleep among Faroese Fishers".
Metararnir vóru serliga fegnir um tað stóra kanningararbeiðið við at savna dátur um møði hjá fiskimonnum, 17ið hon hevur gjørt.
- Okkum vitandi kann eingin onnur kanning samanberast við hesa, og hon hevur á ein sannførandi hátt lagt afturat vísindaliga tilfeinginum á hesum øki. Arbeiðið við at savna og viðgera so stórar nøgdir av dátum hevur verið sera umfevnandi, og niðurstøðurnar í ritgerðini eru týdningarmiklar, segði Maria Skaalum Petersen, lektari á Fróðskaparsetrinum og forkvinna í metingarnevndini millum annað.
Umframt Mariu Skaalum Petersen vóru Margareta Holtensdotter Lützhöft, professari á Høgskulen på Vestlandet í Noregi og Jørgen Riis Jepsen, yvirlækni og lektari emeritus á Syddansk Universitet í Danmark í metingarnevndini.
Pál Weihe, professari, hevur verið høvuðsvegleiðari hjá Annbjørg Abrahamsen. Fróði Debes og Wessel M. A. van Leeuwen hava verið hjávegleiðarar.
Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum og øðrum.
Ph.d.-verjan hjá Annbjørg Abrahamsen kann síggjast á rásini hjá Fróðskaparsetrinum her.
Um ritgerðina
Annbjørg Abrahamsen hevur í ritgerðini kannað, hvussu yvirmøði ávirkar kognitivu avrikini hjá fiskifólki, sum sigla við ísfiskalínuskipum, frystilínuskipi, trolarum undir 40 tons og garnaskipum.
Dáturnar vóru savnaðar yvir 15 mánaðir frá 18 túrum við 15 ymsum skipum. Samanlagt luttóku 157 mans við tilsamans 202 døgum á sjónum.
Dátur um arbeiði og arbeiðssøgu, arbeiðstímar og mentala og fysiska heilsu vórðu savnaðar við spurnabløðum. Luttakararnir skrásettu dátur um svøvn og tyngd í dagbókum, sum vórðu førdar allan túrin. Tyngdin skuldi skrásetast minst annanhvønn vøkutíma á einum skala frá
1-9, umframt at skráseta klokkutíðina, tá ið teir løgdu seg at sova, og tá ið teir vaknaðu.
Luttakararnir høvdu eisini eitt ur við innbygdum sensorum, sum skrásetir rørslu, á hondini.
Larmur varð máldur á øllum arbeiðs- og hvílistøðum. Eisini varð skrásett, hvussu illa skipið rullaði, og veður og fiskiskapur vórðu skrásett dagliga.
Kognitiva ávirkanin á møði varð kannað við einum teldutøkum kognitivum testbattaríi, sum var samansett við seks ymiskum testum.
Luttakararnir gjøgnumførdu allar testirnar fyrst á túrunum, og aftur síðst á túrunum áðrenn hvíld. Endamálið við kanningunum var at máta, hvussu arbeiðsumhvørvið og eksponeringsvariablar ávirkaðu teirra yvirmøði og harvið kognitivu avrikini.
Úrslit av kanningunum
Kanningarnar vístu, at svøvnurin var verri umborð í mun til heima. Svøvnlongdin var styttri, talið av svøvnperiodum um samdøgrið var hægri, samlaða nøgdin av svøvni um samdøgrið var lægri, miðal longd av vøkuperiodum í svøvnperioduni var hægri, tíðin at sovna, eftir at hava lagt seg, var styttri, og svøvneffektiviteturin var lægri.
Luttakararnir svóvu í miðal 4,5 tímar umborð, samanborið við 7,0 tímar í miðal á landi.
Úrslitini frá teldutøku kanningunum vístu, at visuospatiala minnið var munandi styttri síðst á túrinum. Harumframt vóru fleiri seinkaðar reaktiónstíðir skrásettar síðst á túrinum.
Tíð av samdøgrinum hevði størstu ávirkanina á svøvneffektivitetin, og eisini rull til síðurnar og aftur og fram hevði týdning. Tess longri túrurin vardi, tess hægri var stigatalið fyri yvirmøði. Veiðan í tonsum hevði gagnliga ávirkan á svøvneffektivitetin.
Yvirskipaða niðurstøðan í ph.d. ritgerðini hjá Annbjørg Abrahamsen er, at fiskimenn eru ein yvirtroyttur bólkur, sum hevur langar arbeiðsdagar, samstundis sum svøvnurin er væl minni enn almennu tilmælini fyri at røkja lívsneyðugar sálarligar og kropsligar funktiónir.
Harumframt sást, at sjómenn skrásettu hægri stigatal fyri møði síðst á túrinum samanborið við fyrst á túrinum. Hettar kann viðføra øktan vanda fyri vanlukkum, umframt at hava negativar avleiðingar fyri sálarliga og kropsliga heilsu hjá teimum, sum fiska á sjónum.
Á myndini frá vinstru: Fróði Debes, Wessel M. A. van Leeuwen, Pál Weihe, Annbjørg Abrahamsen, Jørgen Riis Jepsen, Margareta Holtensdotter Lützhöft og Maria Skaalum Petersen.