Andras Mortensen stjóri fyri Søvn Landsins
Mentamálaráðið hevur sett Andras Mortensen í starv sum stjóra fyri nýggja stovnin Søvn Landsins.
Í fyrsta umfari fevnir nýggi stovnurin um landsstovnarnar Føroya Landsbókasavn, Føroya Landsskjalasavn, Føroya Fornminnissavn, Føroya Náttúrugripasavn og Havlívfrøðiligu Royndarstøðina. Ætlanin er, at Listasavn Føroya eisini skal verða partur av Søvnum Landins, og Mentamálaráðið kannar í løtuni, hvussu hetta kann skipast.
Andras Mortensen er 50 ára gamal og útbúgvin cand. mag. í søgu og latíni frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og Phd í mentanarsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya.
Andras Mortensen hevur drúgvar royndir í føroyska savnsheiminum. Seinastu fimm árini hevur hann verið landsantikvarur og stjóri á Føroya Fornminnissavni, men starvsleiðin byrjaði longu í 1979, fyrst sum hjálparfólk í lestrartíðini og síðan 1989 sum deildarleiðari á Fólkalívsdeildini á Fornminnissavninum. Síðst í níti árunum starvaðist hann í granskingarørindum á Stavanger Sjøfartsmuseum og Søgu- og Samfelagsdeildini hjá Fróðskaparsetri Føroya, har hann síðan 2003 eisini hevur verið adjungeraður lektari.
Síðan aldaskiftið hevur Andras Mortensen eisini verið virkin innan vísindaligt útgávuvirksemi, fyrst í Føroya Fróðskaparfelag, og síðan í universitetsforlagnum Fróðskapi, sum hann saman við øðrum tók stig til í 2005. Síðan 2007 hevur Andras Mortensen verið føroyskt umboð í Kulturkontakt Nord, sum er ein stuðulsstovnur hjá norðurlendska ráðharraráðnum fyri mentanararv og list.
Virkisøkið hjá Søvnum Landsins er náttúru- og mentanarsavnsvirksemi, skjalasavnsvirksemi og bókasavnsvirksemi. Nýggi stjórin skal leiða og menna samanlagda stovnin og skapa sambond út um stovnin. Saman við sínum starvsfólkum og í samráði við Mentamálaráðið skal hann skipa samanlagda stovnin bygnaðarliga. Umleið 70 fólk starvast á samanlagda stovninum.
Andras Mortensen tekur við starvinum sum stjóri fyri Søvn Landsins 1. desember.
Les um setanina á www.mmr.fo
Les um Andras Mortensen í Heilagrunninum