Altjóða vísindalig veðurlagsráðstevna í Keypmannahavn
Universiteti í Keypmannahavn skipar í døgunum 12. til 12. mars fyri eini vísindaligar ráðstevnu um veðurlagsbroytingar. Ráðstevnan hevur fingið heitið “Climate Change: Global Risks, Challenges and Decisions. Stevnan er skipað sum eitt felags átak við nýggju onnur granskingar-universitet í ‘International Alliance of Research Universities.’
Málið við ráðstevnuni er at samantvinna núverandi og nýggja vitan, sum er neyðug fyri at skilagóðar avgerðir verða tiknar í ljósinum av veðurlagsbroytingunum. Eisini verður miðað eftir at samantvinna vísindaligu, tøkniligu og politisku menningina, ið er neyðug fyri at tryggja burðardygg samfeløg nú og í komandi tíðum.
Úrslitini, ið verða løgd fram á ráðstevnuni, verða brúkt í arbeiðinum hjá ‘Intergovernmental Panel on Climate Change’ (IPCC). Ráðstevnan er undangongu ráðstevna fyri risastóru ST-ráðstevnuni um veðurlagsbroytingar, sum verður hildin í Keypmannahavn í november – desember í 2009.
Les meir um ráðstevnuna