Altjóða teknikapping fyri børn og ung um havið
Felagsskapurin EurOcean bjóðar børnum og ungum í aldrinum upp til 17 ár at vera við í teknikapping um havið. Kappingin er fyri børn um allan heim. Freistin at senda tekningar inn er 21. mai 2018.
Ein metingarnevnd velur bestu tekningarnar, sum sleppa at vera til til tiltakið ”Títt hav, tín framtíð - Your Ocean, Your Future”. Hetta verður í Brussel 6. juni 2018.
Íblástur til tekningarnar
Fyriskipararnir biðja tey, sum ynskja at tekna, at hugsa um hesar spurningar:
- Hvussu sært tú havið fyri tær í framtíðini?
- Hvønn týdning hevur havið fyri teg?
Tey vísa eisini til orðini hjá stovnaranum av EurOcean, Mário Ruivo professara úr Portugal:
“Menniskjað í havumhvørvinum uttan vísindaliga vitan og uttan tøkni til hjálpar, er blint, deyvt og málleyst” og ”Í vindi og sjógvi er tað týdningarmikið í minsta lagi at halda flakan flótandi”
Krøv til tekningarnar
Tað eru nøkur krøv til tekningarnar:
- Tekningarnar skulu vera í A3 stødd
- Talan kann vera um tekning, málning ella annað listaverk á pappíri
- Eingin ramma skal vera um tekningina
- Navn o.a. skal skrivast á baksíðuna, sí neyvari vegleiðing
- Originalurin skal sendast til Portugal ella kann tekningin skannast í háupploysn og sendast við telduposti, sí neyvari vegleiðing
- Tekningin skal vera móttikin 21. mai 2018.
Les meira um kappingina, neyvari vegleiðing, krøv og treytir her