Altjóða skeið í bioinformatik
Mánadagin 3. og týsdagin 4. juni skipa EBI (European Bioinformatic Institute), Ílegusavnið, Landssjúkrahúsið, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og FarGen fyri skeiði í bioinformatik serliga ætlað læknum.
Íleguvitan vinnur seg alsamt fram á leið og fær áhaldandi størri týdning í heilsuvísind, bæði tá talan er um gransking og um kliniskt brúk. Tað er lítið at ivast í, at íleguvitan gerst eitt týdningarmikið amboð hjá læknum í nærmastu framtíð.
Kostnaðurin fyri hvønn er 1.000 kr. Melda til og les meira um skeiðið her
Talan er um samstarv við altjóða stovnin European Bioinformatic Instituute, sum er partur av viðurkenda Welcome Trust Genome Campus í Cambridge í Onglandi.