Altjóða SeaMark ráðstevna í Føroyum
Meira enn hálvthundrað fólk frá tólv ymiskum londum í Evropa og úr USA verða við á fyrstu ráðstevnuni í stóru taraverkætlanini SeaMark, sum Horizon Europe er við til at fíggja.
Byrjað verður týsdagin á Hotel Hafnia, tá ið landsstýrimaðurin í Umhvørvis-og vinnumálum, Magnus Rasmussen, fer at seta ráðstevnuna. Harumframt verða framløgur frá Horizon Europe umsitingini í Brússel. Framløgur verða eisini frá granskingardeildini hjá orkumálaráðnum í USA, World Wildlife Fund, og frá stóra matvøruframleiðaranum Orkla í Noregi.
Ráðstevnan heldur fram til hósdagin, og meginpartin av tíðini verða framløgur og arbeiðsfundir millum tær 25 fyritøkurnar og granskingarstovnarnar, sum eru við í samtakinum handan SeaMark verkætlanina. Mikudagin verður vitjað á framleiðsluvirkinum hjá Ocean Rainforest í Kaldbak, og á taraaliøkinum á Funningsfirði og á Gøtuvík.
SeaMark verkætlanin byrjaði í summar og gongur yvir fýra ár. Samtakið hevur sett sær fyri at framleiða tólv nýggjar vørur burturúr sukurtara innan heilivág, kosmetikk, matvøru og fóður. Millum annað verður framleiðsla av matvøru, sum kann brúkast ístaðin fyri kjøt, og fóðurískoyti, sum skal betra um sodning, fóðurfaktor og framleidni í grísaframleiðslu. Harumframt fara royndir ar verða gjørdar við framleiðslu av pakkitilfari burturúr tara, sum kann brúkast ístaðin fyri plastikk.
SeaMark verkætlanin skal eisini meta um og staðfesta ávirkanina, sum taraaling hevur á vistskipanina, so tað fæst ein neyvari fatan av, hvønn leiklut taraaling kann fáa í burðardyggum ringbúskapi frameftir.
Føroyska taraalifyritøkan Ocean Rainforest leiðir og samskipar verkætlanina, og ætlanin er at menna framleiðsluførleikan av taraúrdráttum í Føroyum munandi. Føroyski granskingarstovnurin Sjókovin hevur eisini ein týdningarmiklan leiklut í verkætlanini. Sjókovin hevur m.a. ábyrgdina av at fremja tøkni-búskaparligar greiningar av mentu framleiðslugongdunum, umframt virðisketu og samfelagsbúskaparligar greiningar.
Meira kann fáast at vita um verkætlanina við at seta seg í samband við Ólav Gregersen, olavur@oceanrainforest.com, tel 223080.