ccb088a06ac6ea85e1431c95295582a7.jpg
Skriva út
Lagt út: 29.03.2011

Altjóða menningarverkætlan, ið lyftir útjaðaran

At menningarverkætlanir eisini kunnu verða við til at lyfta útjaðaran, er verkætlanin Economusee Northern Europe eitt gott dømi um. Í gjár lat upp fyrsta Economusée í Føroyum, hetta er Mikkjals Smiðja á Trøllanesi.

Stór altjóða verkætlan við týdning fyri Føroyar 
Verkætlanin Economusée Northern Europe hevur umframt úr Føroyum úr Kanada, Írlandi, Norður Írlandi, Íslandi, Grønlandi og Norra. Í Føroyum er tað Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning sum stendur fyri verkætlanini.

Samlaða fíggjarætlanin hjá verkætlanini Economusée Northern Europe er 1,838 mió. EURO ella góðar 13,7 mió. kr. Av hesum er samlaði føroyski parturin 258.800 EURO ella 1,9 mió. kr. Sum vanligt er við slíkum verkætlanum, so skal helvtin av fíggingini finnast í Føroyum, meðan hin helvtin kemur frá ES útjaðargrunninum Northern Periphery Programme.

Mikkjals Smiðja latin upp
Seinastu dagarnar hevur verið kapping kring essuna á Trøllanesi. Ungir dreingir av Trøllanesi, av Húsum og av bygd, hava kappast um, hvør dugir at smíða tann snøggasta naglan. Men ungdómurin hevur ikki bara spælt sær, tey hava eisini hjálpt til at gera tað sum var eftir, so smiðjan var klár til upplatingina hósdagin 24.mars.

Henda verkætlan, ið fevnir um at sýna fram siðbundið handverk í verkið, kemur at hava stóran týdning fyri Kalsoynna og fyri føroyska ferðavinnu. Longu nú eru ringar í vatninum. M.a. verður matstovan á Húsum nú útgjørd við góðkendum køki, og onnur, ið fáast við ferðavinnu, kunnu víðka um teirra virksemi.

Fyri Mikkjal Joensen merkir verkætlanin, at hann kann fáa búskap í eina vinnu, ið áður bara hevur verið eitt ískoyti í eina vinnu, ið hevur hansara áhuga. Hetta styrkir eisini áhugan og møguleikan at vera búsettur í einari fjarskotnari bygd.

Nú smiðjan er skipa sum eitt Economusée, er hon ikki bert eitt gott ískoyti til føroysku ferðavinnuna, hon er eisini eitt gott høvi at vísa ungdómi, at tað er gjørligt at skapa nakað nýtt og øðrvísi í útjaðaranum, og at tað finnist tilfeingi, ið enn ikki er troytt.

Í summar letur Economusée Mikkjal Smiðja upp fyri almenninginum. Tá eru vørur framleiddar at selja til ferðafólki. Dygd er eitt lyklaorð í verkætlanini, og tí er talan um dygdarhandverk og sum heild eitt dygdar tiltak, ið vit sum vara av verkætlanini er errin av.

Uttan stuðul, var henda verkætlanin ikki gjørlig. Tað veri seg stuðul til sjálva verkætlanina, umframt stuðul til íløguna at umbyggja smiðjuna. Umbyggingin er stuðlað av Innlendismálaráðnum, av konto til útoyggjamenning og NORA hevur stuðla førleikamennandi partin.

Les meir um Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning: http://www.socdev.fo/

Mynd: Andras Sólstein