9ef843b780297c7708a7503d241d62e5.jpg
Skriva út
Lagt út: 20.04.2009

Altjóða granskingarverkætlan: At menna handil í útjaðaranum


Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning er vorðin partur av einari sera spennandi altjóða granskingarverkætlan nevnd Retail in Rural Region (RRR), á føroyskum: Handil í útjaðaranum. Londini sum luttaka í verkætlanini eru umframt Føroyar, - Ísland, Grønland, Norra, Svøríki, Finnland, Skotland og Írland. Verkætlanin er stuðlað av NPP (Northern Periphery Programme) og Nora, umframt at ein partur er eginfígging frá Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning.

Um verkætlanina
Handil í útjaðaranum er ein trý ára verkætlan, ið hevur sum endamál, at menna eitt uppskot til handil í smáu samfeløgunum í útjaðaranum. Handilin skal hava gott úrval av vørum og veita eina fjølbroytta tænastu. Eydnast henda verkætlan til fulnar, verður úrslitið øktur búskaparligur vøkstur í útjaðaranum umframt betri trivnaður.

Onkur vil tykjast, at hetta er eitt sera høg mál at seta, og ikki minst av einari granskingarverkætlan, tí hesar, sum oftast enda við einari frágreiðing, heldur enn praktiskum úrslitum. Men í so máta er henda verkætlan øðrvísi. Kravið frá NPP, sum fíggjar ein helmingin av verkætlanini, er, at endaliga úrslitið skal vera eitt tiltak, ið er sett í verk, skipað eftir tí leisti, ið verkætlanin hevur ment.

Fyrimyndin fyri verkætlanini er tað norska handilsmodellið “Merkur” og tann svenska verkætlanin FLF, ið báðar hava sum endamál, at skapa møguleikar fyri handli í útjaðaranum. Í Skotlandi eru eisini almennar verkætlanir, við sama endamáli. Orsøkin til henda áhuga fyri handli í útjaðaraøkjum er, at tað vísir seg at hava alstóran týdning fyri menning og trivnað á smáplássum, at tað er ein handil í nærumhvørvinum, og ikki minst, at hesin handil kann veita eina góða og fjølbroytta tænastu.

Fyrsti partur av arbeiðinum við hesi verkætlan verður, at skráseta og kanna m.a. tørvin og áhugan fyri handli og tænastum í útjaðaranum, flutningi av vørum, praktiskum og bygnaðarligum forðingum o.ø. Síðani verður farið undir tann praktiski parturin, sum, í samstarvi við handlar í útjaðaranum, viðkomandi stovnar, fyritøkur og kommunur, fevnir um at skipa og samskipa eitt nýtt handils tiltak.

Tá henda verkætlanin endar í 2011, er málið at tiltakið er so væl grundað og gróðursett, at tað kann halda fram at menna og skipa nýggjar handlar í útjaðaranum, í samstarvi við øll tey luttakandi londini í hesi verkætlan.

Tað er Olga Biskopstø, samfelagsfrøðingur á Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning, sum hevur ábyrgdina av føroyska partinum av verkætlanini.