Alt ov reint umhvørvi og diabetes
Nýggj granskingarúrslit vísa, at alt ov reint umhvørvi kann vera orsøk til títtleika av diabetes. Tí fara smá børn møguliga at verða matað við máttmiklari bakteriu í framtíðini til tess at forða fyri, at tey fáa diabetes.
Granskingin er gjørd í økinum við finska - russiska landamarkið, har so stórur munur er í lívskorunum, at talan kann vera um størsta mótsetning í heiminum. Finnar eru nevniliga sjey falt ríkari enn grannarnir í russiska økinum Karelia. Økið er ógvuliga hóskandi til slíka gransking, tí talan er um fólk, sum líkjast og arvafrøðiligi munurin er lítil.
Í verkætlanini, sum nevnist DIABIMMUNE, verður dentur lagdur á at kanna tað eyðsýnda ósamsvari í økinum. Tí hóast stóra munin í lívskorunum, so hevur Finnland heimsins størsta títtleika av typu 1 diabetes, meðan russiska Karelia økið, har fólkið hevur munandi lægri lívskor og reinføri støði, einans hevur ein sættapart av diabetes tilburðunum.
Í løtuni fáa umleið 17.000 evropearar árliga staðfest typu 1 diabetes. Sjúkan verður vanliga staðfest í barndóminum, men granskarar vita ikki enn ítøkiligu orsøkina fyri sjúkuni. Hesir granskararnir halda nú, at talan kann vera um, at nøkur børn hava ílegu, sum gera tað lættari at fáa sjúkuna og hava órininkervi (immune system), sum ikki verður vant á hóskandi hátt, tvs. at kroppurin ikki verður fyri bakterium í nóg stóran mun.
Tað er ikki stórur munur á ílegunum hjá fólkinum, men tað er greiður munur á lívskorunum og reinføri støðinum, sigur samskiparin av verkætlanini, professarin Mikael Knip.
Granskingin var tvíbýtt. Í fyrstu atløgu var upplýsing fingin til vega um umhvørvið og likamligu menningina hjá 100 til 300 børnum í hvørjum landi, ið vóru arvafrøðiliga viðbrekin fyri sjúkuni. Og í aðru atløgu vóru tilvildarligir bólkar av børnum millum 3 og 5 ár kannað. Av tí at tað tekur ár, áðrenn sjúkutekin vísa seg, nýttu granskararnir lívfrøðilig ávaringar tekin til tess at staðfesta, um sjúkan var væntandi.
Úrslitini góvu ábending um, at børn, sum ikki vóru ávirkað av typu 1 diabetes høvdu størri fjølbroytni av tarmabakterium enn tey, sum fóru at fáa sjúkuna. Innleiðandi kanningarnar vísa, at menniskjan hevur brúk fyri at vera fyri ávísari mongd av bakterium tíðliga í lívinum. Við hesari vitan eigur at bera til at seta inn. Ætlanin er at fáa neyvari vitan, soleiðis at til ber at vísa á, um talan er um eina ávísa bakteriu ella um fullkomið fjølbroytni av bakterium í tarmunum, fyri at virknaðurin verður fyribyrgjandi.
Verkætlanin er fíggjað av ES gjøgnum FP7 rammuskránna.
Kelda: Horizon-magazine.eu