Alment fíggjað gransking í Norra skrásett í Cristin dátugrunninum
Sum tað fyrsta landið í heiminum fer Norra at hava eina skipan við einum samlaðum yvirliti yvir alla alment fíggjaða gransking í landinum. Nýggja skipanin Cristin avloysir Frida, sum hevur verið virkin síðan 2004. Cristin stendur fyri Current Research Information System in Norway.
Øll data í Frida verða flutt yvir til Cristin, sum skal vera nýggja skrásetingin eftir 30. november.
Broytt akademiskt landslag
Norski dátugrunnurin fyri granskingarskráseting – Frida – varð stovnaður í 2004 sum grundarlag hjá Kunnskapsdepartentet fyri fíggjarligum veitingunum við støði í granskingarúrslitum til tey fýra ‘gomlu’ universitetini.
Nú seks ár eru liðin, er talið á universitetum tvífaldað, háskúlarnir er vorðnir meira framsøknir og heilsugranskingin er skipað í granskingarfyritøkur. Harafturat kemur sektorgranskingarøkið. Stóri parturin av hesum vitanarframleiðarum hava ikki skrásett síni úrslit í Frida, men í eini líknandi skipan, nevniliga Forskdok.
Cristin verður nú einaráðandi í Norra. Er talan um alment fíggjaða gransking, so skal ein og hvør kunna finna hana aftur í nýggja dátugrunninum. Betri dátur, einfaldari skráseting og størri sjónligheit av granskingini eru týdningarmikil lyklaorð hjá bæði myndugleikunum og stovnunum.
Fyrsta land við fullum yvirliti
Universitet, háskúlar, heilsugranskingarstovnar og aðrir stovnar skulu savnast í eitt granskingarríkið í 2011.
Fleiri lond hava við íblástri úr Norra sett í verk skipanir við líknandi stigskipan, sum Norra setti í verk í 2002. Universitet í Danmark, Finnlandi, Belgia og lutvíst í Svøríki skráseta granskingarúrslitini, sum síðan verða mett í eini stigskipan, sum aftur er grundarlag fyri lutan av pengum, sigur Gunnar Sivertsen, á NIFU STEP.
Sivertsen hevur verið virkin í stigskipanini aftanfyri Frida, síðan hon var sett á stovn, og hann hevur leitt arbeiðsbólkin, sum hevur ment ‘Norsk vitenskabsindeks’ í 2008, ið er grundarlagið aftanfyri Cristin.
- Norra verður hervið fyrsta land í heiminum, sum hevur eina skipan við einum samlaðum yvirliti yvir alla almenna fíggjaða gransking, sigur Sivertsen við universitetsavisen.no
Økt tilfeingi
13 fólk arbeiða í dag við Frida. Tá Cristin verður virkin verður talið økt til 19. Fíggjarliga verður eisini talan um eina stóra øking frá 8,2 til 19,2 mio. nkr. Ein av grundunum er, at Cristin hevur munandi fleiri funktiónir enn Frida.
Fortreytirnar fyri at fáa allar stovnarnar at skráseta úrslitini í skipanini eru til staðar, sigur Curt Rice, sum er stýrisformaður fyri verkætlanini og sum dagliga er prorektor á universitetinum í Tromsø. Fyri at fáa lut í pengunum, so er eingin vegur uttanum eina vitjan á Cristin, sigur hann.
Opið fyri almenninginum
Næsta ár fær Cristin heilt nýtt snið. Broytingarnar verða ikki so stórar fyri granskarar, men ein lítil kollvelting verður í mun til fjølmiðlarnar og tann partin av fólkinum, sum hava hug til at vinna sær nýggja vitan.
Stýrið fyri Cristin hevur lagt dent á, at innihaldið verður sjónligari í nýggju skipanini enn í Frida. At virka fyri størri opinleika í mun til hvat granskingarpeningurin fer til, hevur verið eitt av kjarnupunktunum aftanfyri verkætlanina, sigur Curt Rice.
Føroysk granskingaravrik kundu eisini verið savnað á einum stað
Sum er finst eingin felags skipan til skráseting av granskingaravrikum í Føroyum. Einstøku granskararnir skráseta sjálvi avrik á CVum sínum og stovnarnir savna í størri ella minni mun inn tilfarið m.a. í sambandi við ársfrágreiðingar. Nakrir stovnar hava yvirlit á sínum heimasíðum, har til ber at síggja, hvat granskarar teirra hava arbeitt við, bæði útgávulistar og í fleiri førum eisini greinar og frágreiðingar. Dømi um hetta eru á Havstovuni og á Náttúruvísindadeildini.
Granskingarráðið hevur á síni heimasíðu yvirlit yvir allar verkætlanir, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum. Hetta verður javnan dagført, so til ber at síggja, hvussu gekst, tá ein verkætlan er liðug. Eisini er eitt yvirlit yvir fólk, sum arbeiða við gransking og menning í Føroyumog føroyingar uttanlands, sum arbeiða við gransking og menning, hetta kallast Heilagrunnurin.
Hóast játtan til gransking og avtalur um avrik ikki eru knýtt at somu stigskipan sum í Norra, so eru ásett krøv um avrikssáttmálar í Føroyum og fleiri sáttmálar eru gjørdir seinnu árini. Tað er eingin ivi um, at krøvini um gjøgnumskygni og skjalprógv fyri, hvat er komið burturúr almennu játtanunum til gransking o.a. fara at økjast í næstum. Hetta kemur bæði av almennum áhuga fyri úrslitunum og av krøvum frá politisku skipanini, sum vil tryggja sær at peningurin verður brúktur til játtaða endamálið.
Vit í Granskingarráðnum halda, at tað hevði verið eitt gott stig at fingið eina felags skrásetingarskipan til øll føroysk granskingaravrik. Hetta vildi verið ein hent tænasta fyri almenning, fjølmiðlar og politisku skipanina, samstundis sum hetta vildi verið eitt hent amboð hjá granskarum og stovnum at savnað og skjalprógvað síni avrik.
Vit vilja fegin taka okkum av at samskipa eitt slíkt tiltak saman við relevantu pørtunum, um áhugi er fyri tí og neyðug fígging fæst til vega. Uppskotið fer at vera tikið upp við stovnsleiðarar í næstum.