496f2b49d39e5f11e6e1c0e335559db4.gif
Skriva út
Lagt út: 15.05.2008

Almenn SEAFOODplus ráðstevna í Keypmannahavn

ES fíggjaða verkætlanin SEAFOODplus heldur fimtu almennu ráðstevnu í døgunum 8. til 10. juni.

 

Endamálið við stevnuni er at leggja fram tey mest týðandi úrslitini, sum eru rokkin við SEAFOODplus verkætlanini, ið fór av bakkastokki í byrjanini av 2004, og sum endar við árslok 2008. Á ráðstevnuni verður ljós kastað á eitt úrval av teimum bestu avrikunum, ið vinnan, vísindi og almenningurin hava áhuga í.

 

Fundirnir snúgva seg m.a. um hesi evni:

  • Havføði og føðsla
  • Havføði og brúkarin
  • Havføði og matvørutrygd
  • Havføði frá alivinnuni
  • Havføði og sporføri

 

Meir kunning:

http://www.seafoodplus.org/The_Fifth_SEAFOODplus.641.0.html