978ea41bd8e58a65948d0bad99dd209f.jpg
Skriva út
Lagt út: 24.03.2011

Almenn hoyring: europeisk G&M eftir 2013

Við árslok 2013 endar núverandi rammuskrá, FP7. Kjakið, um hvussu ES skal skipa granskingar og menningarskipanirnar (G&M) í framtíðini, er tí longu byrjað.

Kommissiónin hevur í hesum sambandi sett í verk eina almenna hoyring, har granskarar, granskingarstovnar, fyritøkur og almenningurin annars kunnu siga sína hugsan um, hvussu tey halda, at framtíðar ES G&M skal skipast.

Úrslitið frá hesi hoyring verða so brúkt í arbeiðinum hjá Kommissiónini skipað økið, tá núverandi skrá rennur út.

Í hesum sambandi er gjørd ein heimasíða, har áhugaði kunnu siga sína hugsan. Síðan inniheldur eitt teldutøkt spurnarskjal, og eina inngongd har møguleiki er fyri at lata inn sokallað ‘position papers’.

Almenna hoyringin endar tann 20. mai 2011. Í juni skipar Kommissiónin fyri stórar ráðstevnu har úrslitini frá almennu hoyringini verða viðgjørd.

Serligu heimasíðuna til almennu hoyringina finnur tú her: http://ec.europa.eu/research/innovation-union/index_en.cfm