Aling á harðbalnum økjum gevur møguleikar og avbjóðingar
Í nýggjari grein hjá granskarum á Fiskaaling verður lýst, hvussu aling av laksi á harðbalnum økjum gevur nýggjar møguleikar fyri alivinnuna, men eisini fleiri avbjóðingar, .
Ása Johannesen, ph.d. og granskari á P/F Fiskaaling, er høvuðshøvundur á greinini, sum PeerJ gevur út, um hvussu alilaksur trívist í aldum og streymviðurskiftum. Heitið á greinini er: “How caged salmon respond to waves depends on time of day and currents.” Greinin kann lesast her
Í kanningini verður hugt eftir, hvussu alilaksur háttar sær, tá stórar aldur eru, ella tá streymurin er harður. Hetta eru viðurskifti, sum ávirka livikorini hjá laksinum, alt eftir hvussu nótin verður ávirkað av umstøðunum.
Úrslitini kunnu geva alarum ábendingar um, hvussu alingin kann leggjast til rættis, soleiðis at fiskurin hevur so góðar liviumstøður sum til ber. Tað kann millum annað eisini hava týdning fyri søluvirðið á laksinum.
Viðhøvundar á greinini eru Øystein Patursson, Jóhannus Kristmundsson, Signar Pæturssonur Dam og Pascal Klebert.
Kelda: Fiskaaling
Mynd: Granskingarráðið