57a0b7192f349e9e3c059474608f43f7.png
Skriva út
Lagt út: 27.10.2013

Áhaldandi kjak um FarGen

Í greinarøð í Kristelig Dagblad mitt í oktober var FarGen verkætlanin aftur til umrøðu. Javnt kjak hevur verið um verkætlanina síðani ráðstevnu í vár, sum Ílegusavnið og Heilsumálaráðið skipaðu fyri.

Í eini av greinunum í Kristelig Dagblad er tað Lotte Hvas, lækni og limur í Etisk Råd, sum heldur at talan er um eitt óheppið samanbland av gransking og at fáa til vega arbeiðspláss og fígging til Føroya. Lotte Hvas var eisini við á ráðstevnuni í vár og førdi nøkur av somu sjónarmiðunum fram har.

Bogi Eliasen, leiðari fyri FarGen, svaraði atfinningunum í Kristelig Dagblad við viðmerking, sum var send miðlunum 22. oktober. Hann sigur millum annað: “Lotte Hvas er ikki bara kritisk um FarGen, hon er kritisk um ílegulesingar í heila tikið, tað var hon eisini tá hon var í Føroyum í vár.” Øll viðmerkingin kann lesast her

Greinirnar í Kristelig Dagblad krevja hald, men tríggjar av greinunum kunnu lesast her