Agnes Mols Mortensen vart ph.d. um tara
Fríggjadagin 12. september vardi Agnes Mols Mortensen ph.d.ritgerð sína um tara við University of New Hampshire. Ritgerðin kallast “The foliose Bangiales (Rhodophyta) in the northern part of the North Atlantic and the relationship with the North Pacific foliose Bangiales - diversity, distribution, phylogeny and phylogeography”.
Verjan byrjaði við, at Agnes Mols Mortensen helt ein almennan fyrilestur um ph.d. arbeiði sítt á universitetinum. Hetta tók uml. ein tíma. Síðan varð hon eksaminerað av ph.d. nevndini í uml. 2 tímar. Í ph.d. nevndini vóru fýra fólk frá University of New Hampshire og ein frá Natural History Museum í London. Próvtøkan var ein fakligt kjak millum nevndina og Agnes Mols Mortensen, har tey kjakaðust um ritgerðina og um lívfrøðilig hugtøk meira generelt. Tá próvtøkan var liðug, metti ph.d.nevndin um avrikið og gjørdi av, at Agnes Mols Mortensen hevði staðið verjuna og fekk tillutað ph.d.heitið.
Úr USA fortelur Agnes Mols Mortensen, at alt gekk væl í gjár og tað var ein góður og positivur dagur, hóast hann var strævin.
Ph.d.verkætlanin er lutvíst stuðlað úr Granskingargrunninum. Les um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum