Aðalráðini kunnað um ES-granskingaravtalu
Granskingarráðið skipaði hósdagin fyri einum kunningarfundi á Mentamálaráðnum fyri aðalstjórum og øðrum starvsfólkum á aðalráðunum.
Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, og Maria Húsgarð, NCP-samskipari, kunnaðu um nýggju granskingarskránna hjá ES, Horizon 2020. Avtala um føroyskan atlimaskap í Horizon 2020 varð stavváttað í juni, og avtalan verður formiliga undirskrivað í heyst.
Granskingarskráin Horizon 2020, ið er galdandi fyri tíðarskeiðið 2014-2020, leggur stóran dent á samstarv millum granskarar og vinnulívsfólk og veitir stuðul til bæði gransking og nýskapan. Nýggja skráin leggur stóran dent á at stuðla smáum og miðalstórum fyritøkum.
Dagmar Joensen-Næs, EURAXESS-samskipari, kunnaði um EURAXESS-tænastuna, sum Føroyar nú eisini eru partur av. Føroyska EURAXESS-tænastan veitir kunning og leiðbeining til útlendskar granskarar, ið hava hug at koma til Føroya at arbeiða, og til føroyskar granskarar, sum vilja granska í øðrum londum.
Hon kunnaði eisini um ES-skjalið Charter & Code, ið ásetir rættindi og skyldur hjá granskarum og granskingarstovnum í Evropa. ES mælir til, at granskingarstovnar seta í gildi ásetingarnar í Charter & Code, sum millum annað snúgva seg um setanartilgongdir, arbeiðstreytir og yrkisvegleiðing.
Øll aðalráðini vóru umboðaði á kunningarfundinum í Mentamálaráðnum.