Blacksmoker.jpg
Skriva út
Lagt út: 13.06.2017

Á granskaraferð á djúpum vatni

Seinasta greinin í ph.d.-verkætlanini hjá Anni Djurhuus er útgivin í tíðarritinum “Royal Society Open Science”.

Anni Djurhuus hevur kannað eitt av ytstu umhvørvunum, har lív finst á jørðini, eitt umhvørvi, sum var ókent fyri menniskjum til 1977 – vanliga kallað “black smokers”. Formliga kallast hesar vistskipanir “hydrothermal vents”, tað er hydrotermiskar rásir, ið blása heitt vatn úr jarðaskorpuni. Hesi eru mest at finna á havbotninum í djúphøvunum, har jarðarskorpupláturnar hittast. Tað heita vatnið streymar úr skorsteinum, sum eru skaptir av mineralum úr heita vatninum. Skorsteinarnir kunnu røkka upp til 30 m upp frá havbotninum kring seg. Vatnið er ofta myrkt av upploystu mineralunum, tí verða tey kallaðir “black smokers”. Og vatnið er heitt, sera heitt. Orsakað av stóra trýstinum kann vatnið koma heilt uppá 400 stig C og blandast umgangandi við havið kring skorsteinin, ið ger at fáar metrar burturi er vatnið bert 0-2 stig C. Mineralir og samansetingar sum H2S, sum eru upplýst í vatninum eru eitrandi fyri alt vanligt lív. Hóast hetta, so finnast tað í hesum ekstrema umhvørvi nógv lív, bæði djór og smáverur, sum vit enn vita lítið um. Runt um tílíkar luftrásir, eru tað smáverur, ið eru grundarlag fyri allari vistskipanini. Ofta liva smáverur inni í djórum, har tær nørast, og síðan vera etnar av djórunum.

Tær hydrotermisku luftrásirnar, sum Anni Djurhuus kannaði sum part av síni ph.d.-verkætlan á Oxford University, finnast í suðuratlantshavinum, umleið 2000 km eystanfyri sunnasta enda av amerikanska meginlandinum, og í suðurindiska havinum, umleið 1450 km í ein landsynning frá Madagaskar.

Hesi økini verða kallað Dog’s Head og Longqi.  Tey eru á umleið 2500 metra dýpi og vatnið, sum streymar út, er umleið 350 stig C.  Anni hevur kannað, hvussu fjølbroytnið í bakeriubólkunum í havinum kring hydrothermal vents broytist, tá tað nærkast og blandast við teir heitu streymarnar av vatni.

Sum eitt dømi um nógvu úrslitini í greinini er ein figurur sum vísir, hvussu ein bólkur av bakterium (Gammaproteobacteria) minkar í nøgd og fjølbroytni, tá hann kemur ov nær ella fer ov langt frá streymandi vatninum, meðan ein annar bólkur av bacterium (Epsilonproteobacteria) sum heild veksur í nøgd og fjølbroytni, tá hann kemur í streymandi vatnið. Hetta vísir á, hvussu ymiskir bólkar av smáverum eru tilpassaðir ymisk umhvørvi, har Epsilonproteobakteria næstan ikki er at finna uttanfyri hydrothermal vents, men Gammaproteobakteria er nógv betur egnað at yvirliva uttanfyri hesa vistskipanina.

Verkætlanin hjá Anni Djurhuus varð stuðlað av Granskingargrunninum og Fróðskaparsetri Føroya. Kanningarferðirnar við RRV James Cook og partur av arbeiðinum varð fíggjað av fleiri altjóða granskingargrunnum.

Greinin, sum nú kom út, kallast “Cutting through the smoke: Diversity of bacteria in deep-sea hydrothermal plumes.”

Høvundarnir eru Anni Djurhuus, Svein-Ole Mikalsen, Helge-Ansgar Giebel og Alex D. Rogers A. Greinin kann lesast Open Access her

Útgerðin, sum verður nýtt til at kanna havvatn, verður ofta kallað "a CTD rosette". CTD stendur fyri Conductivity, Temperature and Depth.
Mynd: Jane Read, National Oceanography Centre, Southampton.

Mynd: Black Smokers (Wikipedia)