Húshumla Marita Gullklett.jpg
Skriva út
Lagt út: 16.08.2017

811 mottur funnar á somu húshumludrotning

Jens-Kjeld Jensen hevur saman við Wojciech Witaliński granskara úr Póllandi skrivað grein um mottur á húshumlum í Føroyum.

Greinin kallast: ”The bumblebee mite Parasitellus fucorum (De Geer, 1778) (Acariformes: Parasitidae) - a new species for the Faroe Islands.” og er almannakunngjørd í tíðarritinum Entomologiske Meddelelser, Bind 85.

Tað er mottan Parasitellus fucorum (Geer, 1778), sum er funnin fyri fyrstu ferð í Føroyum á tveimum húshumlum av slagnum Bombus lucorum (Linnaeus, 1761). Fyrstu húshumlurnar, sum hava nørt seg í Føroyum, vóru skrásettar í 2010. Mottan er vanlig á humlum í grannalondum okkara og er eisini nýliga staðfest í Íslandi. Granskararnir vænta, at eisini onnur sløg av mottum fara at verið funnin í Føroyum famyvir.

Myndina hevur Marita Gullklett tikið. (c)

Fleiri myndir og kunning um motturnar á húshumlunum eru á heimasíðuni jenskjeld.info

Les um Jens-Kjeld Jensen í Heilagrunninum