565 mió. ára gomul djóraspor
Granskarar hava funnið steinrenningar av einum av teimum fyrstu djórunum, sum fluttu seg við egnari megi.
Granskarar frá Oxford University hava funnið steinrenningar við djórasporum, sum eru umleið 565 mió. ár. Hetta eru elstu sporini sum enn eru funnin.
Meir enn 70 spor eru funnin, sum upprunaliga vóru sett á havbotninum uttanfyri Kanada og New Foundland í jarðfrøðiligu tíðini nevnd Ediacarium (630 – 542 mió. ár síðan).
“Hetta er fyrsta prógvið um, at djór frá hesi tíðini hava vøddar, sum gjørdu tey før fyri at flyta seg og harvið eisini at veiða ella flýggja. Og týdningarmiklast – sporini geva ábendingar um, at tey helst eru sett av djórum, sigur Alex Liu, Ph.D.-lesandi á deildini fyri Earth Sciences á Oxford.
Granskararnir samanbóru sporini við spor hjá núlivandi sjónota við latínska heitinum Urticina og sóu fleiri líkleikar, sum geva ábendingar um, at djórini fluttu seg á líknandi hátt og sjónotur.
Djórasporini geva nýggja vitan um tíðarskeiðið fyri sokallaða kambriska brotið, har óvanliga nógv djór og aðrar livandi verur blivu til.
Granskararnir vita ikki hvør livandi vera veruliga hevur sett sporini.
Úrslitini av hesi granskingini verða almannakunngjørd í februarútgávuni av tíðarritinum Geology.
Kelda: videnskab.dk
Mynd: Oxford University