Tekna En Granskara 2023
Skriva út
Lagt út: 13.10.2023

405 forvitnir, fittir og flottir granskarar - vinnararnir av teknikapping kosnir

Fleiri enn 400 ymisk uppskot vóru til, hvussu ein granskari sær út. Ungir, eldri, kvinnur, menn, fittir, grummir, litríkir, gráir, og mest av øllum forvitnir.

Tað var ein fragd at hyggja gjøgnum stóra bunkan av tekningum, sum vit fingu sendandi í samband við teknikappingina fyri børn og ung sum upphiting til Vísindavøkuna.

Vit spurdu, hvussu tú ímyndar tær, at ein granskari sær út? Hvussu arbeiðir ein granskari? Hvussu sær arbeiðsplássið út? Er tað ein kona ella maður? 12, 25, 50 ella 70 ár?

Tekningar komu úr øllum herðashornum, frá skúlum og frá foreldrum. Onkrar við telduposti og aðrar bornar okkum persónliga. Frá yngri og eldri børnum.

Tað var ikki lætt at velja vinnaratekningarnar, tí her vóru so nógvar góðar tekningar.

Tær tríggjar tekningarnar, sum at enda vóru kosnar vinnarar, vóru teknaðar av:

Altheu frá Listabreytini á NámX
Bjallu úr 8. fl. í Eysturskúlanum
Kiru úr 5. fl. í Kvívíkar Skúla

Tær fáa 500 kr hvør.

Vinnaratekningarnar og nakrar afturat av teimum mongu tekningunum síggjast í myndasavninum her