4. flokkur úr Skála skúla Ársins Vitanarfróðu 2024
Í morgun, týsdagin 27. august, varð kunngjørt, at 4. flokkur, nú 5. flokkur, úr Skála skúla fekk heiðurin sum Ársins Vitanarfróðu 2024. Tað fingu tey fyri frágreiðingina: “Hvat er tað, sum ger, at tað brennir í munninum, tá tú etur chilli? Hvat kann “sløkkja eldin”?
Freistin at lata frágreiðingar inn til árligu kappingina var 10. mai.
Ein dómsnevnd við 4 umboðum hevur lisið og mett um frágreiðingarnar. Hesi eru Sjúrður Hammer, granskari, Henny Dánialsdóttir og Bogi Otthamar, lærarar og ráðgevar á Námi, og Brynhild Næs Petersen fyri Granskingarráðið.
Vinnararnir á seturskúla í Norðdepli
Tíðliga í morgun høvdu umboð fyri Nám og Granskingarráðið saman við skúlastjóranum á Skála leitað seg fram á hvítu húsini, har flokkurin var, vit bankaðu á dyrnar og avdúkaðu síðani, at tey høvdu vunnið.
Næmingarnir sum ikki vistu av nøkrum, blivu eitt sindur kløkk, men eisini sera glað. Tey fingu eitt heiðursbræv umframt 3.000 kr. til flokkin. Tey fortaldu, at tey seinni í dag ætlaðu at fara ein túr í Viðarlundina í Kunoy, at svimja í Klaksvík, ein túr í Christianskirkjuna og so kanska eisini at keypa eitt sindur av chilli at feira heiðurin við.
Henny Dánialsdóttir segði millum annað soleiðis um frágreiðingina um kili:
Hví brennur kili? Hvat kann “sløkkja eldin”?:
- Vit hildu, at tykkara uppgáva var væl frágingin. Tit hava valt ein áhugaverdan undranarspurning, og hava sett nakrar góðar hypotesur, áðrenn tit fóru í gongd við at kanna.
- Arbeiðið var væl skipað og vísti, at tit duga at brúka arbeiðsháttin hjá teimum Vitanarfróðu.
- Spurningurin tit hava kannað, er tikin úr gerandisdegum hjá flestu av tykkum, og tit skriva, hvussu tit byggja á egnar royndir við at eta kili, fyri síðani at kanna hetta vísindaliga og fylgja kanningarætlanini, sum tit løgdu.
- Kanningarnar vóru væl lýstar, og nógvu, góðu myndirnar vístu, hvussu tit hava arbeitt sum ordiligir granskarar fyri at svara tykkara undranarspurningi.
- Vit sóu, at tit eftir hvørja kanning komu fram til eina niðurstøðu í tykkara kanningararbeiði.
- Miðlingin av tykkara gransking, við at taka kili við út í fríkorterið aftaná, var eitt sera gott trekk og sera forvitnisligt. Eisini at tit, onkuntíð tá tað er morgunsangur, fara at fortelja hinum um tað, tit hava lært, er sera góð miðling.
- Samanumtikið, so var uppgávan greið og samanhangandi, og vísti sjálvstøðugt rannsóknararbeiði. Uppgávan var væl frágingin og tit dugdu væl at lýsa arbeiðsgongdina, bæði við teksti og myndum.
Frágreiðingin hjá flokkinum úr Skála skúla kann lesast her
Hjartaliga tillukku øll somul!
Les eisini um herðaklappið til Kvívíkar skúla
Arbeiðið sum Ársins Vitanarfróðu alt árið
Í stuttum kunnu allir næmingar í landinum luttaka í kappingini um at gerast “Ársins Vitanarfróðu”. Tað er bara at velja eitt gott evni at kanna, og síðani fylgja læruleiðini hjá teimum Vitanarfróðu. Freistin fyri at vera við komandi ár er miðskeiðis í mai.
Granskingarráðið hevur faldarar og plakatir, sum allir skúlar kunnu fáa og eisini ber til at taka tilfarið niður av heimasíðuni. So tað er bara at fara í gongd beinanvegin ella tá tað passar, tí tað ber saktans til at arbeiða alt skúlaárið og senda inn seinni.