36 umsóknir um stuðul í 2011
Árliga umsóknarfreistin til stuðul úr Granskingargrunninum var úti týsdagin 15. februar kl. 12. Tað komu 36 umsóknir inn. Til samans verður søkt um knappar 24 mió. kr. Tað eru umleið 6,4 mió. kr. tøkar til stuðul í 2011.
Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu ráðgevar finnast, sum fara at meta um vísindaligu góðskuna v.m. í umsóknunum. Umsøkjararnir fáa boð um, hvørjar verkætlanir fáa tillutað árliga stuðulin, um uml. 3 mánaðir.
Í 2010 søktu 31 umsøkjarar um uml 27 mió kr., av hesum fingu 12 umsóknir stuðul, tilsamans 6.753 tkr. Í 2009 vóru tað 46 umsøkjarar, sum søktu um uml 35 mió kr. Av hesum fingu 16 umsóknir stuðul, tilsamans 8.345 tkr. Eitt samlað yvirlit yvir allar verkætlanir, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum, finst her.
Vit hava sent øllum umsøkjarum móttøkukvittan við telduposti. Um onkur er, sum ikki hevur hoyrt frá okkum, mæla vit til, at tit seta tykkum í samband við okkum sum skjótast á gransking@gransking.fo ella telefon 567800.
Næsta umsóknarfreistin verður væntandi 15. februar 2012. Lýst verður við hesum á heimasíðuni,í tíðindabrævi okkara, í bløðunum og aðra staðni.