db829382ea91707c045edd6b1e317ff3.jpg
Skriva út
Lagt út: 15.02.2013

35 umsóknir um stuðul til gransking í 2013

Árliga umsóknarfreistin til stuðul úr Granskingargrunninum var úti fríggjadagin 15. februar kl. 12. Tað komu 35 umsóknir inn. Til samans verður søkt um 24 mió. kr. Tað eru umleið 6,3 mió. kr. tøkar til stuðul í 2013.

Talið á umsóknum hevur seinnu árini ligið millum 31 og 46.Vanligt er at játtað stuðul til uml. 10 umsóknir. Tað eru á hvørjum ári fleiri sera væl skikkaðar umsóknir, sum ikki fáa stuðul orsakað av avmarkaðu fíggjarorkuni. 

Eitt samlað yvirlit yvir allar verkætlanir, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum, finst her.


Viðgerð av umsóknum

Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, umtær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu ráðgevar finnast, sum fara at metaum vísindaligu góðskuna v.m. í umsóknunum. Endaliga viðgerðin av umsóknum verðu rhelst í seinnu helvt av mai, so umsøkjararnir kunnu vænta sær svar í seinasta lagi 1. juni.

Vit hava í dag sent øllum umsøkjarum móttøkukvittan við telduposti. Um onkur er, sum ikki hevur hoyrt frá okkum, mæla vit til, at titseta tykkum í samband við okkum sum skjótast á gransking@gransking.fo ella telefon 567800.