35 umsóknir um stuðul til gransking
Árliga umsóknarfreistin til stuðul til gransking og til arbeiðsmarknaðargransking var úti mikudagin 15. februar kl. 12. Tað komu tilsaman 35 umsóknir inn til báðar skipanirnar. Til samans verður søkt um góðar 32 mill. kr.
Lýst varð eftir umsóknum til stuðul til gransking við fyrivarni fyri játtan á Løgtingsfíggjarlógini. Í uppskotinum, sum júst er lagt fram í Løgtinginum, eru 7,5 mió. kr. settar av til stuðul til gransking. Hetta er sama upphædd, sum seinastu nógvu árini.
Seinastu árini hava 8-10 umsøkjarar fingið játtað stuðul í árliga umfarinum. Avtí at ph.d.-verkætlanir í ár kunnu fáa hægri játtan enn undanfarin ár, er sannlíkt at tað talið verður tað sama ella lægri í ár.
Fíggingin til arbeiðsmarknaðargransking stavar frá fænum í Frítíðargrunninum. Upp til í mesta lagi 2,5 mió. kr. eru tøkar til stuðul í 2023.
Eitt samlað yvirlit yvir allar verkætlanir, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum, finst her
Umsóknir verða mettar av útlendskum granskarum
Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu ráðgevar finnast, sum fara at meta um vísindaligu góðskuna v.m. í umsóknunum. Síðani er tað faknevndin fyri stuðli til gransking, sum viðger og tekur støðu til umsókninar. Umsøkjararnir kunnu vænta sær svar í seinasta lagi 1. juni.