34 umsóknir um stuðul til gransking í 2021
Árliga umsóknarfreistin til stuðul til gransking var úti á middegi í dag. Tað komu 34 umsóknir inn. Til samans verður søkt um góðar 31 mió. kr. Tað eru upp til 7,5 mo kr. tøkar til stuðul.
Talið á umsóknum hevur seinnu árini ligið frá 25 og til næstan 50. Vanliga hava 8-10 umsóknir fingið játtaðan stuðul.
Eitt samlað yvirlit yvir allar verkætlanir, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum, finst her
Viðgerð av umsóknum
Fyrst verðar umsóknirnar kannaðar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu ráðgevar finnast, sum fara at meta um vísindaligu góðskuna v.m. í umsóknunum.
Sum ásett í nýggju lógini um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan, er tað faknevnd fyri stuðul til gransking, sum tekur endaliga støðu til, hvørjar umsóknir skulu stuðlast.
Endaliga viðgerðin av umsóknum er vanliga í mai, so umsøkjararnir kunnu vænta sær svar í seinasta lagi 1. juni.
Móttøkuváttan send
Vit hava sent øllum umsøkjarum móttøkuváttan við telduposti. Um onkur er, sum ikki hevur hoyrt frá okkum, mæla vit til, at tit seta tykkum í samband við okkum sum skjótast á gransking@gransking.fo ella telefon 567800.