Umsóknir 2018.jpg
Skriva út
Lagt út: 18.02.2019

31 umsóknir um stuðul til gransking í 2019

Árliga umsóknarfreistin til stuðul úr Granskingargrunninum var úti fríggjadagin 15. februar kl. 12. Tað komu 31 umsóknir inn. Til samans verður søkt um góðar 23 mill. kr.

Talið á umsóknum hevur seinnu árini ligið frá knapt 30 og til næstan 50. Vanliga fáa umleið 10 umsóknir játtaðan stuðul. Tað eru á hvørjum ári fleiri sera væl skikkaðar umsóknir, sum ikki fáa stuðul orsakað av avmarkaðu fíggjarorkuni.

Eitt samlað yvirlit yvir allar verkætlanir, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum, finst her 

Viðgerð av umsóknum

Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu ráðgevar finnast, sum fara at meta um vísindaligu góðskuna v.m. í umsóknunum. Endaliga viðgerðin av umsóknum er vanliga í mai, so umsøkjararnir kunnu vænta sær svar í seinasta lagi 1. juni.

Vit hava sent øllum umsøkjarum móttøkukvittan við telduposti. Um onkur er, sum ikki hevur hoyrt frá okkum, mæla vit til, at tit seta tykkum í samband við okkum sum skjótast á gransking@gransking.fo ella telefon 567800.