9334ad7a6e7e947745b850e1c2dd2b5d.jpg
Skriva út
Lagt út: 03.09.2010

31 umsóknir um stuðul


Árliga umsóknarfreistin til stuðul úr Granskingargrunninum var úti mikudagin 1. september.  31 umsóknir eru komnar inn. Til samans verður søkt um 27 mió. kr. Tað eru umleið 6,8 mió. kr. tøkar til stuðul í 2010.

Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu ráðgevar finnast, sum fara at meta um vísindaligu góðskuna v.m. í umsóknunum. Um mánaðarskiftið nov./des.fáa umsøkjararnir boð um, hvørjar verkætlanir fáa tillutað árliga stuðulin.

Í 2009 søktu 46 umsøkjarar um uml 35 mió kr., av hesum fingu 16 umsóknir stuðul, tilsamans 8.345 tkr. Eitt samlað yvirlit yvir allar verkætlanir, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum, finst her.

Vit hava  sent øllum umsøkjarum móttøkukvittan við telduposti. Um onkur er, sum ikki hevur hoyrt frá okkum, mæla vit til, at tit seta tykkum í samband við okkum sum skjótast á gransking@gransking.fo ella telefon 567800.

Næsta umsóknarfreistin verður 15. februar 2011.