3 nýggj ph.d lesandi á Fiskirannsóknarstovuni
Umframt tríggjar nýggjar ph.d studentar verður nú lýst eftir tveimum postdoc verkætlanum, ið eru vendar til fólk, sum nýliga hava vunnið sær doktaraheiti.
Á fundi 10. oktober varð avgjørt at játta stuðul til tær tríggjar umsóknirnar, ið komu inn til tey lýstu ph.d. størvini, sum danska stjórnin játtaði til at kanna veðurlag og streym kring Føroyar. Eisini varð avgjørt at lýsa tvær nýggjar verkætlanir, sum løna tveimum ungum granskarum (Postdoc) í tvey ár.
Nærri lýsing av hvørjar verkætlanir hava fingið stuðul, og hvat lýst verður eftir í teimum nýggju postdoc verkætlanunum sæst á heimasíðuni hjá Fiskirannsóknarstovuni.