24 umsóknir um stuðul til gransking í 2020
Árliga umsóknarfreistin til stuðul úr Granskingargrunninum var úti leygardagin 15. februar kl. 12. Tað komu 24 umsóknir inn.
Hetta er lægsta talið av umsóknum síðani 2007. Í 2019 vóru 31 umsóknir. Til samans verður søkt um góðar 23 mió. kr. Hetta er tað sama sum í 2019. Talið av umsóknum er ójavnt ár fyri ár, tað hevur verið frá 24 heilt upp til 48 í 2014, sum var tað hægsta nakrantíð.
Tað eru upp til 7,5 mió. kr. tøkar til stuðul í 2020. Seinnu árini hava millum 8 og 12 umsóknir fingið játtaðan stuðul árliga.
Eitt samlað yvirlit yvir allar verkætlanir, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum, finst her
Viðgerð av umsóknum
Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu uttanhýsis ráðgevar finnast, sum fara at meta um vísindaligu góðskuna v.m. í umsóknunum. Endaliga viðgerðin av umsóknum er vanliga í mai, so umsøkjararnir kunnu vænta sær svar í seinasta lagi 1. juni.
Vit hava sent øllum umsøkjarum móttøkukvittan við telduposti. Um onkur er, sum ikki hevur hoyrt frá okkum, mæla vit til, at tit seta tykkum í samband við okkum sum skjótast á gransking@gransking.fo ella telefon 567800.