Postara snarrøður.jpg
Skriva út
Lagt út: 27.09.2018

150 sekund av gransking

Á ársins Vísindavøku fara granskarar at  dystast í sonevndari postara-snarrøðukapping. Kappingin snýr seg um heilt stutt at leggja fram innihaldið á einum granskingar-postara. Tiltakið verður skipað soleiðis, at 5-6 fólk eftir tørni hava hvør sína stutta framløgu, sum skal vera:

- 2 1/2 min. munnlig framseting
- Við eini mynd á uppvørpu, sum er avrit av sjálvum postaranum
- Uttan kjak og spurningar úr salinum

Tey hava sostatt 2 1/2 minutt at leggja fram úrslit og grundgeva fyri, hví hendan granskingin er umráðandi, og hví fólk skulu venda sær til teirra fyri at fáa meira at vita. Loyvt er ikki at fara út um tíðaravmarkingina.

Postararnir, sum verða lagdir fram á henda hátt, koma at hanga ymsa staðni í Sjóvinnuhúsinum saman við fleiri øðrum postarum. Bæði áðrenn og aftaná kappingina ber til hjá teimum vitjandi at síggja allar postararnar og at tosa við granskarar

Luttarararnir í kappingini eru:

Petur Steingrund, Havstovan
Noomi Gregersen, FarGen
Tróndur Kragesteen, Fiskaaling
Poula Patursson, Landssjúkrahúsið
Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan
Annfríð Poulsdóttir, Landsbókasavnið

Ein dómsnevnd fer at taka støðu til, hvør vinnarin er. Av tí at henda kappingin leggur dent á at miðla gransking, so vigar sjálv framløgan mest í dømingini, men postarin í sær sjálvum verður eisini tikin við í eina heildarmeting.

Í dómsnevndini eru:

Uni Árting, Fróðskaparsetrið
Dagmar Joensen-Næs, Granskingarráðið
Rannvá Winkler, Tjóðsavnið

Vinnarin av kappingini fær umframt heiðurin eitt gávukort.