469730309453014ef1847d55145243f5.jpg
Skriva út
Lagt út: 05.05.2010

1001 søgustubbar


Í dag, 5. mai , verður ein nýggj heimasíða (www.1001fortaellinger.dk) um danska søgu almannakunngjørd. Talan er um eina heldur øðrvísi síðu, har eitt nú møguleiki er at síggja kendar og minni kendar persónar i stuttum filmum lýsa eitt stað ella eina hending, sum hevur søguligan týdning í Danmark. Harafturat verður tað vanligi brúkarin, sum skal leggja tilfar út á síðuna, eins og er kent frá Wikipedia.

Tað er Kulturarvsstyrelsen sum stendur aftanfyri nýggju síðuna: www.1001fortællinger.dk, sum mikudagin kl. 10:00 (føroysk tíð) verður vígd av danska mentamálaráðharranum, Per Stig Møller. 10. mió kr. eru ætlaðar til hesa verkætlan, sum bæði er hugsað til tann søguliga áhugaða einstaklingin, eins og útlendskar gestir, sum ferðast í Danmark.

Síðan er býtt upp í 1001 verulig støð, sum áhugaði lesarin kann kanna nærri við at klikkja seg víðari á síðuni og lesa um hendingar, persónar og annað, ið er knýtt at ávísa staðnum. Umframt støðini so er síðan eisini býtt upp í 50 evni, sum t.d., víkingar, ídnaður, trúgv og 2. heimsbardagi.

Tórshavnar kommuna tók stig til eina líknandi síðu, tá kommunan fylti 100 ár. www.torshavn100.fo

www.1001fortaellinger.dk