10 mytur um antibiotika
Í hesum krím og influensutíðum eru nógv fólk, sum fáa antibiotika, ella kundu hugsað sær tað. Vit hava øll hvør í sínum lagi ymiskar hugsanir um nær og hví vit skulu taka antibiotika. Eingin ivi er um, at antibiotika er ein sera týðandi heilivágur, tá umræður at basa ymiskum sjúkum.
Men nýtslan av antibiotika er nógv vaksin seinastu árini og kann føra við sær, at sjúkuelvandi bakteriur gerast mótstøðuførar.
Í august ávaraðu teir bretsku myndugleikarnir, at teir høvdu funnið eina bakteriu, sum er mótstøðufør ímóti teimum flestu av teimum kendu antibiotisku evnunum.
Tí er tað týdningarmikið, at vit hugsa um okkara nýtslu av heiliváginum. Til tess at fáa glið á okkara hugsanir, so hevur videnskab.dk fingið professaran Lars Bjerrum, at hyggja nærri eftir 10 mytum og fordómum, sum vit ganga við.
Eitt nú eru tað fleiri sum siga, at tey vilja hava okkurt sterkari pensilin, enn tað vanliga, tí tað er ikki nóg gott fyri tey. Til hetta sigur Lars Bjerrum, at tað er eingin munur á, hvussu sterkt ella hvussu veikt antibiotika er. Tá læknin útflýggjar eitt ávíst slag av antibiotika, so er tí, at hann heldur seg vita hvør bakteria ger sjúklingin sjúkan, og hvar í kroppinum bakterian er. So, tað er mátin, sum antibiotika virka sum er týðandi. Nøkur sløg drepa bakteriurnar, ímeðan onnur forða bakteriunum í at nørast. Mest eyðsýndi munurin á antibiotika, eru evnini at ávirka á rætta stað og á røttu bakteriuna.
Eisini er vanligt, at vit vilja hava antibiotika, tá vit hava fingið ilt í hálsin. Trupulleikin er, at sum oftast er ikki talan um hálsbruna, men heldur virus, sum ger at vit hava ilt í hálsinum. Antibiotika hevur onga ávirkan á virus.
Millum aðrar antibiotika mytur eru hesar:
Antibiotika kann stytta um tíðina eg liggi við influensuna;
Hosti kann lekjast við pensilin
Tað er altíð best at taka antibiotika
Man skal taka antibiotika, tá man hevur ilt í hálsinum og plettir eru á mandlunum
Tað er vandamikið at blanda alkohol og pensilin
Les svørini hjá Lars Bjerrum á videnskab.dk