10 mió kr til Granskingargrunnin í 2009
Granskingarnevndin, sum varð tilnevnd í summar, hittist til fundar fyrstu ferð fríggjadagin 29. august. Nevndin hevur 7 limir, sum allir eru nývaldir. Martin Zachariassen, Ph.D., deildarleiðari á DIKU á Københavns Universiteti, er formaður.
Kunning frá granskingarumhvørvinum
Dagurin byrjaði við kunnandi fundi millum umboð fyri granskingarstovnarnar og formannin og stjóran fyri Granskingarráðið. Framløgur vóru um verandi granskingarvirksemi og um ætlanirnar hjá stovnunum næstu árini. Eisini varð kjakast um, hvørji ynski og møguleikar eru fyri gransking í Føroyum. Semja er um, at ein hægri politisk raðfesting saman við neyvari samstarvið er neyðug. Tað eru longu fleiri broytingar gjørdar og aðrar ávegis og hetta taka fólk sum heild undir við.
Granskingargrunnurin má fáa meira pengar
Á middegi byrjaði fundurin hjá Granskingarnevndin við presentatión av limunum, kunning um arbeiðsuppgávurnar og um virksemið hjá undanfarna Granskingarráðið. Umstøðurnar, skipanin av og møguleikarnir fyri gransking í Føroyum fingu drúgvastu umrøðuna á fundinum. Við støði í fundinum fyrrapartin varð staðfest, at nógv týdningarmikil gransking fer fram, men at tað eisini er tørvur á menning á nógvum økjum, bæði fíggjarliga og hølisliga/tøkniliga. Hetta hevur nógv at siga fyri møguleikan áhaldandi at kunna inna verandi gransking og ikki minst fyri at fasthalda og tiltrekkja skikkaða arbeiðskraft. Semja er um, at tað er neyðugt, at játtanin til Granskingargrunnin verður hækkað munandi næstu árini, játtanin fyri 2009 má í minsta lagi hækkast til 10 mió kr.
Starvssskipanir og roknskapur góðkend
Fleiri formlig viðurskifti vóru á skránni fyrsta fundin, m.a. góðkenning av ársroknskapi fyri 2007 og starvsskipan fyri nevnd og stjóra. Fleiri onnur viðurskifti, m.a. framhaldandi arbeiði við hagtølum um gransking, menning og nýskapan, vóru umrødd á fundinum. Fleiri av málunum verða tikin upp aftur á komandi fundi, sum verður fyrst í oktober mánaði.
Les um uppgávurnar hjá Granskingarnevndini her
Les um limirnar í Granskinganevndini her